Home / 0
Loading Tiltøk

Móttøka á FabLab á Kambsladi

18. Mai kl. 14:00 - 17:00
  • Hetta tiltakið hevur verið.

Fríggjadagin 18/5 kl. 14 hevur FabLab á Kambsdali opið hús.

Í eina tíð hevur FabLab verið royndarkoyrt fyri næmingum á Miðnámi á Kambsdali. Nú er komið so mikið áleiðis í royndunum, at Fab Lab verður latið upp alment. Samstundis er verkstovan blivin partur av altjóða FabLab netverkinum.

Ætlanin er í fyrstu atløgu, at hava alment opið tveir dagar um vikuna. Tá kann ein og hvør støkka inná gólvið, og gera egin hugskot ítøkilig við teimum tólum, sum eru tøk á verkstaðnum.

FabLab (fabrication laboratory) er eitt lítið vekstað, sum stuðlar undir digitala framleiðslu í smáari nøgd. Av tólum, sum eru á FabLab kunnu nevnast, 3D printarar, smáir og stórir fresarar, vinyl skerari, broderímaskina og lasarskerari.

Raksturin av FabLab er fíggjaður av Mentamánaráðnum, Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu. Fyritøkur í økinum kring Kambsdal hava stuðla íløguni í tólini á verkstaðnum. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og umboð fyri kommunur og stuðlar fara at flyta fram røðu á móttøkuni.

Tíð
Dato 18. Mai
Klokkan 14:00 - 17:00
Stað
Stað/høli: Miðnám á Kambsdali
Adressa: Faroe Islands
+ Google Map