Um skúlan

Á Miðnámi á Kambsdali ganga samanlagt gott 600 næmingar. Skúlin bjóðar út búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, fyrireikingarbreyt, serbreyt og FHS á Kambsdali og Fyrireikingarbreyt í Klaksvík. 

Fram til summarið 2015 vóru tveir miðnámsskúlar á Kambsdali. Studentaskúlin og Handilsskúlin. Miðnám er úrslit av eini samanlegging av hesum báðum.

 

Ynskir tú nærri kunning um skúlan, breytirnar, lestrarumhvørvið osv. kanst tú lesa úr okkara talgildu avís her. Avísin varð útgivin í mars 2017.