Upptøka á breytunum

Treytin fyri upptøku á Búskapar-, Fyrireikingar-, Hug- og Náttúrubreytini er:
 

  1. at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  2. at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  3. at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út


Næmingar, sum hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á omanfyrinevndu breytum.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting - møguliga ein faklig upptøkuroynd - og taka støðu út frá henni.

Treytin fyri upptøkua Yrkisbreytini er:

Øll sum eru liðug við fólkaskúlan, t.v.s. 9. ella 10. flokk, kunna søkja inna á Yrkisbreytina. Tað er ein fyrimunur at hava eitt miðalgott prógv úr fólkaskúlanum.

Treytin fyri upptøku á Serbreytini er:

(nærri kunning seinni)