Vitjan úr Finnlandi og Svøríki

Vitjan úr Finnlandi og Svøríki

Í hesi vikuni hava næmingar á hugbreytini havt vitjan úr Finnlandi og Svøríki. Vitjanin er komin í lag ígjøgnum Nordplus samstarvið. Nordplus er ein grunnur, sum letur stuðul til samstarv millum lond í Norðurlondum og Baltalondum. Evnið, sum næmingarnir hava arbeitt við er ’norðurlendskur samleiki’. Í hesi verkætlanini hava næmingarnir arbeitt við norðurlendskum symbolum.

Gestirnir hava uppliva eitt sindur av hvørjum. Týsdagin vitjaðu tey á Søgusavninum í Vestmanna og á Listasavninum í Havn. Mikudagin vóru tey í Mikladali, har tey millum annað vitjaðu Kópakonuna og gingu til Trøllanes.

Hósdagin varð skipa fyri felagsløtu og framløgum á skúlanum.

Gestirnir fóru heim aftur fríggjadagin.

Á myndini omanfyri síggja vit eina felagsmynd av øllum luttakarnum.