Tómur skúli, nógv læring

Tómur skúli, nógv læring

Fyrsta skúlavikan við tómum skúla er nú komin at enda.

Mánamorgunin komu eingir bussar við morgunfrískum ungdómi, og hugagóðir næmingar fyltu ikki spakuliga gongirnar. Skúlastovurnar vóru tómar, og  tøgn valdaði  í krókutu gongunum og stóru kantinuni. Bara nøkur fá fólk vóru til arbeiðis í umsitingini.

Kortini fóru vit øll til arbeiðis og í skúla tann morgunin og allar hinar morgnarnar hesa vikuna. Skúlin var fluttur úr hugnaligu hølunum á Dalinum út í ein tykisheim, har vit øll sita heima, meðan vit samstundis samstarva og eru saman á netinum. Skúlin stongdi, og skúlin helt fram.

 

Nýggjar avbjóðingar

Tað hevur heilt vist ikki bara verið lætt, hvørki fyri næmingar ella lærarar. Læring gongur fyri seg í høvdinum hjá tí einstaka, men tað jú ikki uttan orsøk, at vit hava skúlar, skipaðar skúladagar og vælútbúnar lærarar.

Vit hava tó øll roynt okkara besta í hesi undantaksstøðu. Flokkar hava havt tímar á netinum, næmingar hava arbeitt sjálvstøðugt og saman í fjarstøðu, og lærarar hava ráðgivið í telefon, telduposti og í nýggju tykisskúlastovuni á Skype Business.

 

Takið myndir og skrivið dagbók

Áðrenn vit vita av, fara vit – tíbetur – at minnast aftur á hesa tíðina sum nakað serligt. Skúlin er áhugaður í at savna myndir og dagbókaskriving frá hesum vikunum, og Páll Isholm, rektari, heitir á bæði næmingar og lærarar at taka myndir og skriva dagbók og senda tað inn til skúlan. 

Hvussu leingi hendan støðan fer at verða, vita vit sjálvandi ikki. Landstýrismaðurin í mentamálum kunngjørdi á tíðindafundi í dag, at eingin vanlig skúlagongd verður fyrr enn eftir páskir. Tá fara  verkætlanir og verkstovuroyndir væntandi fyriskipast sum vanligt. 

Samband við skúlan

Í komandi viku fara øll í umsitingini at arbeiða sum mest heimanífrá. Telefon skúlans 610800 svarar í skúlatíð og annars verður víst til tær kontaktupplýsingar, ið eru á heimsíðu skúlans.

Ongar ætlanir eru í løtuni um at broyta próvtøkurnar í summar.