Á grønari ferð í Íslandi

Á grønari ferð í Íslandi

Hesa vikuna eru triðjaárs næmingar á námsferðum kring Evropa. Fimm næmingar á búskaparbreytini eru t.d. ávegis til Vestmannaoyggjarnar í Íslandi, har tey skulu arbeiða við evninum “Green Tourism”.

Talan er um eina NordPlus Junior verkætlan millum fýra miðnámskúlar í ávikavíst Letlandi, Finnlandi, Íslandi og Føroyum. Verkætlanin byrjaði á heysti 2018. Tá hittust næmingarnir fyrstu ferð í Finnlandi og í vár var Miðnám á Kambsdali vertur í verkætlanini.

Nú møtast næmingarnir so í Íslandi, har næmingarnir gista hjá vertsfamiljum og arbeiða við grønari ferðavinnu.

Lærararnir á ferðini eru Magni Høgnesen og Olgar Danielsen.

  • Ferðin ávegis til Vestmannaoyggjarnar hevur gingið væl, og leygardagin vóru vit saman við hinum í Reykjavík, har vit m.a. fóru gongutúr gjøgnum miðbýin við ferðaleiðara, sigur Magni Høgnesen.

Til ber at fylgja við verkætlanini á Instagram síðuni Nordplusgreen.

#nordplusgreen

#búskaparbreytin18a

#Kambsdalur.fo