Akademiútbúgving

Akademiútbúgving
Lestrartíð: 3 ár
ECTS: 60
Upptøka: Hvørja lestrarhálvu
Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.
Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.
Várið 2021 verða hesar lærugreinar bodnar út á akademiútbúgvingini
Strategiska leiðslan
Fá hylling á hugtakinum strategisk leiðsla, so tú gerst betri til at náa teimum málum, sum fyritøkan hevur sett sær.
Leiðarin á einari fyritøku má arbeiða við teimum strategisku málunum. Men hvussu fær hann sína yvirskipaðu vitan setta í verk, soleiðis at starvsøkið hjá honum sjálvum mennist?
Hetta er ein høvuðstáttur í lærugreinini “strategisk leiðsla”. Her verður tín leiðsluligi virkishugur styrktur, tí tú fært innlit í, hvørjar tilgongdir, kor og sjónarhorn tann strategiska leiðslan hevur.
Umframt hetta verður tú førur fyri at miðla trupulleikastøður og loysnir til tey, tú arbeiðir saman við.
Innihald
Henda lærugreinin fær teg at greina, lýsa og meta um strategisku støðuna hjá fyritøkuni, og hvønn menningartørv fyritøkan hevur. Tú fært hugskot til, hvussu tey strategisku málini kunnu gerast til veruligar menningartilgongdir, sum eru tillagaðar mentanini á arbeiðsplássinum, og sum samansjóðar og gevur úrslit.
- Strategisk ástøði og fyrimyndir
- Strategisk greining, menning og íverksetan
- Menning av leiðslutilgongdum, sum setur strategiina í verk. Rætta tilgongdin fær leiðarar og starvsfelagar í sín part, soleiðis at tey eisini fáa innihald og virkishug í arbeiðnum.
- Broytingartilgongdir og broytingarleiðsla
- Persónlig, væl umhugsað og verulig leiðsla í samband við strategitilgongdina
- Háttalagsástøði (metodeteori) við høvuðsdenti á háttalagstríýting (metodetriangulering), átøðisval og háttalagslæru
Námsætlan til “Leiðslubreytina”: Strategisk leiðsla 2021
Vinnubúskapur
Fá eina heildarfatan av búskapinum á einum virki og lær hættir at bøta um búskapin.
Lærugreinin “vinnubúskapur” ger teg føran fyri at duga á at skyna heildina av búskapinum í einum virki og gera ætlanir fyri, hvussu búskapurin kann gerast betri.
Hvørjar fortreytir eru fyri, at eftirspurningur er eftir vørum og tænastum frá virkinum? Hvussu er marknaðurin og kappingarførið, og hvussu kunnu sølan og vinningurin økjast? Hetta eru nakrir av høvuðstættunum, sum verða viðgjørdir í hesari lærugreinini.
Tú fert at verða før/ur fyri at gera fíggjarætlanir og søluætlanir, sum taka atlit at kapasiteti og marknaðarviðurskiftum.
Innihald
Tú fært førleikar at arbeiða saman við øðrum, at menna búskapin hjá eini fyritøku/virki. Tú fert at kunna m.a. virka fyri at skilja samanhangir í búskaparligum heildarætlanum, og tú fert at kunna gera rakstrarætlanir, fíggjarstøðu og peningastreym. Harafturat fært tú kunnleika til íløgur og fígging.
- Sølu- og kostnaðarviðurskifti hjá fyritøkuni/virkinum
- Optimering av virkseminum
- Heildarfíggjarætlan (samlað fíggjarætlan)
- Íløgur og fígging
- Í lesnaðinum verða arbeiðstøður frá veruliga lívinum tiknar við
Námsætlan til “Búskapar og tilfeingisbreytina”: Vinnubúskapur 2021
Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:
1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir