Akademiútbúgving

Home / Akademiútbúgving

Akademiútbúgving

Lestrartíð: 3 ár

ECTS: 60

Upptøka: Hvørja lestrarhálvu

Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

 

Várið 2020

Í lestrarhálvuni várið 2020 verða, um nóg nógv tekna seg, hesar lærugreinar:

 

Hagfrøði – vallærugrein til búskapar- og tilfeingisbreytina.

Lær teg at nýta hagfrøði til at kanna vinnubúskaparligar trupuleikastøður.

Hagfrøði/Statistikkur er eitt grundleggjandi amboð innan fyri búskap og tilfeingisstýring. Men tað kann enda gali, um mann ikki hevur skil á tí grundleggjandi ástøðinum og ikki dugur at brúka ástøði soleiðis at røtt hagfrøði kemur burturúr.

Lærugreinin hagfrøði gevur tær ta neyðugu vitanina, soleiðis at tú kanst verða við í einum fakligum og tvørfakligum samarbeiði um at brúka hagfrøði í verki. Tú lærir tdø. um tey statistisku feileyðkennini, tá dáta verður samlað og um hagfrøðiligar greiningarhættir, um teirra avmarkingar og fortreytir.

Innihald

Lærugreinin hagfrøði ger teg føran fyri at velja og brúka viðkomandi hagfrøðiligar hættir og greiningar fyri at kanna vinnu-og samfelagsbúskaparligar trupulleikastøður.

    • Beskrivandi statistikkur og grundleggjandi líkindarokning
    • Stokastiskar variablar og líkindabýti
    • Konfidensintervallir og hypotesutest
    • Χ^2 (ki)test (mongdartabellir og goodness of fit)
    • Einshátta variansanalysa
    • Regressionsanalysa
    • Stakroyndarúttøka

 

Verkætlanarleiðsla – vallærugrein til leiðslubreytina

Lær at menna og fremja verkætlanir frá a til oy.

Verkætlanarleiðsla gevur tær ta vitan og teir førleikar, sum skulu til fyri at menna, fremja og fullføra verkætlanir í tínari fyritøku.

Tú fert at fáa fatan av, hvussu tú sum verkætlanarleiðari kanst stýra verkætlanina væl ígjøgnum, sjálvt um trýst er á verkætlanini frá rakstri og leiðslu á aðrari síðuni, og á hinari síðuni er neyðugt at samarbeiða í einum tvørfakligum netverki.

Innihald

Aftaná kanst tú vera við í framtaksfremjandi og tvørfakligum arbeiðsgongdum innnfyri verkætlanarstýring. Tú kanst brúka ymiskar hættir og ástøði, og so kanst tú sjálvur arbeiða við at fremja tín leiðslustíl innanfyri verkætlanarstýringar -leiðslu og -luttøku

  • Verkætlanarskipanarligir partar og sambond. Klassiskt og agilt.
  • Stýringaramboð og -gongdir í verkætlanum
  • Leiðsla í verkætlanum
  • Samskiftisamboð og verkætlanir.

 

Human resource management – vallærugrein til leiðslubreytina

Ger arbeiðsplássið til eitt stað, sum dregur fólk at sær við “human resource management”

Human resource management merkir starvsfólkafyrisiting; men hetta snýr seg um nógv annað enn fyrisiting. Hetta er ein grein innan fyri leiðslu, har ætlanin er at gera arbeiðsplássið til eitt stað sum finnur, fastheldur og mennir – og tá tað er neyðugt – loysir starvsfólk úr starvi á ein sømiligan hátt.

Í hesari lærugreinini kemur tú at kenna høvuðsástøðið og høvuðsháttalagi innan fyri HR; hetta fer at gera teg føran fyri at loysa uppgávur innan “human resource management” í verki.

Innihald

Tú gerst før/ur fyri at verða við í fakligum og tvørfakligum samstarvi innan fyri “human resource management” -økið. Við at savna teg um tínar egnu mannagongdir fært tú møguleika at betra tíni evni í samband við at finna nýtt fólk og at menna starvsfelagar.

  • Human resource management (HRM) úr einum strategiskum sjónarhorni
  • At draga og finna nýggj starvsfólk
  • At menna og fasthalda starvsfólk
  • At loysa fólk úr starvi
  • HRM úr einum altjóða og lokalum sjónarhorni
  • Menning av HRM-tilgongdum í sambandi við omanfyri nevndu punkt
 
Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:

1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT ella lærutíð) ella
2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
3. miðnámsútbúgving ella
4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir