Tíðindi



Tað var ein stórur dagur á Miðnámi á Kambsdali í dag, tá heili seks pisur vórðu klaktar á serbreytini á skúlanum.
Hetta er fjórði árgangur, sum fullførir skúlagongdina á serbreytini á Kambsdali, og fegnast vit við teimum og teirra avvarðandi.
Prógvhandanin verður týsdagin, 21/6 kl.12.30.
Hjartaliga til lukku við húgvunum, Judith, Kristianna, Jóhannus, Ísakur, Rólvur og Herdis! #miðnámákambsdali #serbreytinákambsdali
Í morgun varð ársins fyrsta pisa á Klaksvíkar HF-skeiði klakt. Tað var Hanna Klein Poulsen úr Hvannasundi, sum var uppi í føroyskum. Í alt fingu sjey lesandi á Klaksvíkar HF-skeiði húgvuna í dag, og vit ynskja teimum til lukku. Men enn er málið ikki rokkið – næsta týsdag verður aftur húgvufagnaður á fyrireikingarbreytini har norðuri.
#klaksvíkarhfskeið #miðnámákambsdali
@hannakleiin