FSF Úrvalstilboð

Home / FSF Úrvalstilboð

 

Endamálið við FSF Úrvalstilboðnum er at geva leikarum við góðum fótbóltsførleikum, og sum vilja nakað meira við fótbóltinum, tilboð um tvær morgunvenjingar um vikuna á høgum støði. 

FSF Úrvalstilboð fyriskipar venjing tvær ferðir um vikuna – týsdag og hósdag kl 08.00 – 09.30. Venjingin verður skipað av vælútbúnum venjarum, og venjingarætlanirnar verða lagdar til rættis av fótbóltsmennarunum í FSF.

 

Málbólkurin er leikarar í aldrinum 16-20 ár. Til skúlaárið 2019/20 vórðu í stóran mun næmingar, sum ganga á 1.ári á miðnámsskúlunum, upptiknir. Tó er møguleiki fyri, at næmingar, sum eru komnir longri í útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir – hetta metir miðnámsskúlin um í hvørjum einstøkum føri.

Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av, hvørjir leikarar verða upptiknir. Hendan tilgongd við útveljing er á hvørjum ári. Møguleiki er eisini at gera útskiftingar leypandi í skúlaárinum, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.

Kostnaður fyri at luttaka á FSF Úrvalstilboðnum er 500 kr./mðr. (í 10 mðr. = 5.000 kr./árið). Harafturat fær hvør leikari ein klædnapakka við venjingarklæðum fyri ein kostnað á 500 kr., sum verður goldin áðrenn fyrstu venjing.

 

Tilmelding fer fram á heimasíðu FSF’s – Nethandil – við at útfylla neyðugu upplýsingarnar (leinkjan liggur niðast á síðuni).