Á Serbreytini arbeiða tey við evninum ‘hetjur’. Í tí sambandi hava tey havt forkunnugu vitjan í morgun. Livar Nysted var ein túr á breytuni og greiddi frá um tey nógvu brøgdini, sum hann hevur framt. Millum annað fortaldi hann um tey met, sum hann hevur verið við til at sett. Eitt nú kann nevnast, at hann er einasti persónur í heiminum, sum hevur verið við til at róð um tvey høv sama ár. Hetta bragdið framdi hann í 2009, tá hann fyrst róði um Suðuratlandshavið og seinni sama ár róði um Indiska havið.
Eisini greiddi Livar frá um næsta túrin. Tann túrurin verður tann triðji túrurin um suðuratlantshavið, men tað serliga við hesum túrinum er, at hetta verður fyrstu ferð at hann er einsamallur í bátinum. Í samband við ferðina yvir um suðuratlantshavið, hevur Livar bílagt ein træbát, sum verður bygdur eftir føroyska sniðinum. Ætlanin er at leggja frá landi út frá Kanarisku oyggjunum í januar 2020 og koma í land á Antigua.
Næmingarnir vóru bergtiknir av frásagnunum, og nú gleða tey seg til at fylgja Livari á ferðini í januar, tí tað verður møguligt at fylgja við á portalinum, hvar hann er staddur.

Livar vitjaði eisini á FabLab, har hann fekk eitt navnaskelti til húsini hjá sær. Sí mynd niðanfyri.

Vit takka Livari fyri vitjanina og ynskja honum bestu eydnu á sínum næsta ævintýri.