Orðblindavegleiðing

Home / Orðblindavegleiðing

Orðblindavegleiðing

Miðnám á Kambsdali veitir næmingum vegleiðing og ráðgeving í mun til orðblindni. Orðblindavegleiðararnir eru Birgitte Arent (BIA) og Turid Thomsen (TUT). Turid er í farloyvi í løtuni.

Orðblindavegleiðingin hevur skrivstovu á 1. hædd yvir av stovu 2.08 og 2.09. Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg beinleiðis í samband við vegleiðingina. Lærarar kunnu eisini seta seg í samband við vegleiðingina vegna næmingar.

Við skúlaársbyrjan stendur øllum næmingum í boði at fáa eina snarkanning (skreening), har lesiferð og lesifatan verða kannað. Samrøður verða gjørdar við næmingar, har lesingin tykist vera trupul, og hesir næmingar fáa eisini í boði eina meira umfatandi kanning av møguligum orðblindni. 

Allir næmingar kunnu fáa forritið CD-orð, sum er eitt hjálpiamboð til lesing og skriving. Orðblind kunnu eisini gerast limir í NOTA, sum er eitt teldutøkt bókasavn við ljóðbókum og e-bókum á donskum og øðrum málum.

Slóðir:

http://www.lesa.fo/
https://www.ordblindeforeningen.dk/
http://www.ljodbokur.fo/
https://ereolen.dk/

Birgitte Arent

Orðblindalærari

Tel +298 743245

Orðblindalærarin hevur ikki nakra fasta tíð.

Tú kannst avtala eina tíð við orðblindalæraran á:

Birgitte Arent

bia@kambsdalur.fo

+298 743245

Turid Thomsen

Farloyvi

Tel +298 741819