Næmingarnir á serbreytini fingið prógv

Næmingarnir á serbreytini fingið prógv

Týsdagin 25. juni fingu næmingarnir á serbreytini handað prógv á samkomu á Miðnámi á Kambsdali. Løtan av søgulig, tí hetta er fyrsti flokkurin, ið hevur lokið prógv á serbreyt á miðnámi, sum byrjaði fyri fýra árum síðani. Serbreytin er fýra ára útbúgving fyri næmingar við serligum avbjóðingum.

Til próvhandanina vitjaði m.a. Hanna Jensen, landsstýriskvinna í mentamálum, og hon helt eisini røðu fyri næmingunum.Røða hennara kann lesast her.

Kringvarpið vitjaði eisini, og tíðindini í Degi og viku 25. juni kunnu síggjast her.