Orðblindalærari til Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali søkir eftir orðblindalærara at byrja sum skjótast.

Talan er um eitt 1/5 avloysarastarv fyri lærara í farloyvi restina av skúlaárinum 21/22. 

Starvið verður sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum. 

Útbúgving og royndir 
Tann, ið settur verður, skal hava útbúgving sum orðblindalærari umframt minst bachelorprógv í einari ella fleiri lærugreinum frá lærdum háskúla, ella læraraprógv ella aðra samsvarandi útbúgving sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum. 

Persónligir førleikar 
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á førleikarnar: 

  • at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar 
  • at greina lesitrupulleikar og seta hóskandi átøk í verk 
  • at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt 
  • at sýna ein positivan hugburð til ungdóm, vitan og læru og áhuga at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali 

Harafturat verður dentur lagdur á: 

  • at tú hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga 
  • at tú hevur góðar KT førleikar 
  • at tú hevur royndir við at nýta CD-orð og Nota 

Setanarviðurskifti 
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið. 

Umsókn 
Umsókn saman við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 22. novembur  2021. Umsóknir skulu sendast til ums@kambsdalur.fo

Spurningar um starvið kunnu setast Honnu Jensen, rektara, á hje@kambsdalur.fo 

Nærri kunning um skúlan er at finna á www.kambsdalur.fo