Tíðindi

Búskaparbreyt

Fyrireikingarbreyt

FHS

Náttúru-, Hug- og Búskaparbreyt

FabLab

Útbúgvingar

FØROYSKT
 – sum annaðmál

SKÚLIN Í TØLUM

7

Breytir

100

Starvsfólk

530

Næmingar

27

Flokkar

630

Glað andlit

Várkonsert
Tónleikanæmingar á Kambsdali hava várkonsert í Gulu smiðju fríggjakvøldið 10/5 kl.19.
Næmingar, sum hava tónleik á C, B og A-stigi framføra fjølbroyttan tónleik og Miðnámskórið syngur.
Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin. @gulasmidja
...

Nú próvtøkutíðarskeiðið nærkast, skipar lestrarvegleiðingin fyri skeiði um próvtøkuótta. Á skeiðnum tosa vit um hvussu til ber at fyrireika seg til skrivligar- og munnligar próvtøkur. Eisini tosa vit um ótta í mun til próvtøku, og hvussu til ber at arbeiða við at fáa tamarhald á hesum ótta. Um áhugi er fyri tí verður høvi at fara til ”royndar-próvtøku” á skeiðnum.
Næmingar, sum hava serliga svárar trupuleikar við próvtøkuótta, hava møguleika at fáa ávísing til samrøðu við sálarfrøðingin, sum er knýttur at skúlanum.
...

Kundi tú hugsað tær at undirvíst á Miðnámi á Kambsdali? So er at hyggja nærri at starvslýsingini á heimasíðu okkara👩‍🏫👨‍🏫 ...

HJÁLP TIL AT SØKJA?
Lestrarvegleiðingin svarar telefonini fram til á miðnátt 14.-15.03.2024, so um tú hevur tørv á hjálp til at avgreiða umsóknina ella bara hevur onkrar spurningar, so er bara at ringja á tlf.: +298610800
...

Kundi tú hugsað tær at tikið gymnasialt miðnám í fýra ymiskum londum? Enn eru tøk pláss á NGK! ...

Vit halda á fram við skriviskeiði í morgin 📝KOM við! ...

Kom á skriviskeið 📝 ...

Eigur tú ein lítlan høvud í tær? Kom á skriviskeið 28. februar og 6. mars! Í ár verður skriviskeið við roynda Danial Viðoy. Eins og undanfarin ár skal teksturin vera ein stuttsøga, og freistin at lata inn er hósdagin 14. mars kl. 15.00. Vinnararnir verða kosnir fríggjadagin 19. apríl. Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut 😀Fyrsta virðisløn er 5.000 krónur, onnur virðisløn 3.000 krónur og triðja virðisløn 1.000 krónur 📝📜✍️ Les meira á okkara heimasíðu. ...

Eltalvan kolaðist upp, men nú er streymveitingin í lagi aftur 💪 Í morgin byrja vit aftur á skúlanum 📚📚📚 Vit síggjast! ...

Kunningartiltakið í annaðkvøld er avlýst vegna roykskaða 🔥Men skúlin stendur 💪 ...

Alment kunningartiltak á Miðnámi á Kambsdali týskvøldið 13/2 kl. 18.00 😀

Ætlar tú tær á miðnám í summar, so er tað týskvøldið, tú skal fara á Kambsdal. Tá verður høvi at fáa kunning um útbúgvingarnar 📚📚📚 Les meira á okkara heimasíðu :)
...

Øll undirvísing mikudagin 31/1 er umløgd til Teams📚👩🏻‍💻🧑🏻‍💻 ...

Hevur tú - ella onkur tú kennir - annað móðurmál enn føroyskt? Og hevur hug at læra føroyskt betur? Nú hevur tú møguleikan 📚 Les meira á heima síðu okkara! ...