Dátuverndarkunning

Dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Dáturverndarlógin hevur til endamáls at verja teg og tínar persónligu upplýsingar. Lógin gevur m.a. rætt til innlit, kunning, rætting og striking av upplýsingum.

Skúlin hevur ein persónsupplýsingarpolitikk, sum fylgir Dátuverndarlógini.  Les meira um, hvussu skúlin handfer tínar persónsupplýsingar her:

Dátuverndarkunning og persónsupplýsingarpolitikkur

Endamálið við hesum politikki er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar, og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Dátuábyrgdari

Miðnám á Kambsdali er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:

Katrin Jacobsen
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Teldupostur: katrinj@ummr.fo
Tel +298 555055

Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altíð vælkomin at seta teg í samband við dátuábyrgdaran.

Innsavnan og viðgerð av persónsupplýsingum

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.

Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:

  • Upptøkukunngerðina, útbúgvingarlógir og kunngerðir
  • Starvsmannalógina og sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum
  • Fyrisitingarlógina og lógina um alment innlit
  • Dátuverndarlógini

Slag av persónsupplýsingum

Á Miðnámi á Kambsdali savna vit persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.

Miðnám á Kambsdali innheintar og skrásetir allar vanligar samleikaupplýsingar hjá, næmingum, starvsfólki og viðskiftafólki annars, so sum navn, adressu, p-tal, telefonnummar og teldupostadressu.

Tá næmingar søkja inn á skúlan, verður útbúgvingarynski og val av lærugreinum skrásett. Eisini verða aðrir upplýsingar skrásettir í útbúgvingarskeiðnum sum flokkur, frávera, met og endaligt prógv. Hjá starvsfólki verða upplýsingar sum starvsheiti, starvstíð, lønarviðurskifti, inntøku, kontonummar v.m. skrásett.

Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónsupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.

Víðarilatan av persónupplýsingum

Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.

Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?

Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi tú er næmingur ella starvsfólk á skúlanum.

Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna. Tó verða setanarskriv hjá starvsfólkum og prógvini hjá næmingum goymd óendaligt av søguligum atlitum.

Tíni rættindi

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:

Rætt til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðger av tínum persónupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónupplýsingar, sum var grundað á samtykki.

Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.

Rætt til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rætt til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli

Tú kanst átala, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt til dátuflutning

Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Samband og kærumøguleikar

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:

Teldupostur: kambsdalur@kambsdalur.fo
Miðnám á Kambsdali
Dalsvegur 1
530 Fuglafjørður

Dátueftirlitið er tann almenni myndugleikin, ið umsitur dátuverndarlógina. Sambært § 76 í dátuverndarlógini kanst tú klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.