FHS Yrkisnám

Um FHS

Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.

Vit stremba eftir at gera undirvísingina á FHS bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Á FHS fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.

Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Framtíðarmøguleikar

Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli. Lærutíðin er 3 ár.

Tú kanska eisini halda fram á búskaparbreytini 2. árið. Tá er eitt krav fyri upptøku støddfrøði C, og um tú ikki hevur ítrótt og heilsu C, skal hetta veljast á búskaparbreytini.

Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Skúlagongdin í lærutíðini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark. Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu, heilsølu ella dekoratør.

Lærugreinar

Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her (henda leikjan riggar ikki – frá gomlu síðuni).

Tilber eisini at lesa úr nýggja yrkisfaldarinum her.

FHS →
Føroyskt C
Enskt C
Kunningartøkni C
Samfelagsfrøði C
Lestrarmenning
Virkisbúskapur B
Sølubúskapur B
Støddfrøði C
Ítróttur og heilsa C
Innovatión C
Dekoratión C
Franskt C
Týskt C
Spanskt C
Økislærugrein
2 BB
Føroyskt A
Enskt B
Virkisbúskapur B
Sølubúskapur B
Altjóða búskapur B
Ítróttur B
Tónleikur B
Støddfrøði B
Innovatión C
Miðlakunnleiki B
Danskt A
Spanskt B
Mentanarfatan C
Sálarfrøði C v.m.
v.m.
3 BB
Føroyskt A
Søga B
Vinnulívsrættur C
Altjóða búskapur A
Sølubúskapur A
Virkisbúskapur A
Enskt A
Tónleikur A
Støddfrøði A
Danskt A
Spanskt A
Mentanarfatan B
Sálarfrøði B
Innovatión B
Fyriskipan C
v.m.