KT-supportari
Fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026
(treytað av endaligari góðkenning, sum væntandi kemur í viku 36)
Um útbúgvingina
KT-supportari er ein yrkisútbúgving, sum er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássum.
Ein KT-supportari arbeiðir við teldum, forritum, netverkum, ambætarum og trygd. KT-supportarin setir upp útgerð, heldur hana við líka og finnur og rættar feilir.
Ein KT-supportari skal bæði hava góðar tøkniligar førleikar og duga væl at samskifta. Tí fevnir útbúgvingin eisini um kundatænastu, skjalfesting og samstarv.
KT-supportarar arbeiða bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum.
Soleiðis er útbúgvingin skipað
Samlaða lærutíðin er 2½ ár. Skúlagongdin er 48 vikur, sum eru býttar á trý skúlaskeið á ávikavist 23, 10 og 10 vikur og eitt sveinaroyndarskeið á 5 vikur. Restina av lærutíðini er lærlingurin í verkligari læru á einum góðkendum læruplássi
Lærupláss
Ein týdningarmikil partur av útbúgvingini er verkliga læran á einum arbeiðsplássi. Læruplássið er vanliga ein fyritøka ella stovnur við KT-deild, ella ein KT-fyritøka.
Yrkisdepilin vegleiðir bæði lærlingar og arbeiðsgevarar um lærusáttmálar og góðkenning av læruplássum.
Fyri at halda fram á 2. skúlaskeiði skalt næmingurin hava staðið 1. skúlaskeið og hava lærusáttmála.
Sum meginregla er tað læruplássið, sum innskrivar lærlingin til skúlaskeiðini.
Ein útbúgving, sum kann byggjast víðari
Undanfarin ár hava føroyskir KT-supportarar tikið skúlagongdina á donskum skúlum. Í Danmark er IT-supporter fyrsta stigið í data- og kommunikationsuddannelsen. Eftir lokna útbúgving til IT-supporter er at útbúgva seg til dátutøkning við sergrein í:
Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin.
Ætlanin er, at tað skal verða møguligt at halda áfram á einum donskum yrkisskúla. Tað veður tó danski skúlin og viðkomandi myndugleikar, sum taka støðu til upptøku og góðskriving av føroysku útbúgvingini.
Útbúgvingarlongd: 2½ ár
Skúlagongd: 48 vikur á Miðnámi á Kambsdali
1. skúlaskeið: 2. november 2026
Lærusáttmáli: kravdur til 2. skúlaskeið
Útbúgvingarlok: Sveinabræv sum KT-supportari
Yrkislærugreinar
Yrkislærugreinarnar eru listaðar í kunngerðini og endurgivnar niðanfyri.
Longur niðri eru dømi um vallærugreinar
Teldutøkni
Stýriskipanir
Neteindir
Net I og II
Tráðleyst net (WLAN)
Ambætarastýriskipan
Ambætaratøkni
Ambætaratøkni – Linux
Ambætarafyrisiting og trygd
Trygd
Trygdaravrit og endurskapan
Ambætaratøkni – veikleikagreining
Teldutænasta
Praktisk feilfinning
Feilrætting á neteindum
Script
Optimering og automatisering
Ambætaraautomatisering I
Samskifti
Kundatænasta
Support
Virkisfatan
Tøknilig skjalfesting
KT-tænastustýring I
Hartil er møguliga at velja nakrar vallærugreinar. Tað kann til dømis verða 3 av hesum:
Virtualisering
Flyting av ambætarum
Skýtøkni
Skýtrygd
Firewall
Almennar lærugreinar
Almennu lærugreinarnar verða á C-stigi. Sí viðkomandi námsætlan við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri.
Kunngerðin fyri útbúgvingina í KT-support hevur lagt seg sera tætt at tilsvarandi donsku útbúgving.
Størsti munurin er at almennu lærugreinarnar eru á C-stigi, heldur enn á E-stigi, sum annars er galdandi fyri flestu yrkisútbúgvingar.
At lyfta almennu lærugreinarnar frá E til C stig hevur kravt at skúlagongdin er longd við 3 vikum.
Skeiðsváttanir
Eins og allar handverksútbúgvingar skulu KT-supportarnir eisini hava skeið í
Eldsløkking og
Fyrstahjálp
Lærumál (sambært kunngerð)
- at greiða frá grundleggjandi viðurskiftum um kunningartrygd og nettrygd í sambandi við arbeiðsuppgávur innan yrkið,
- at leggja inn og gera grundleggjandi uppseting av neteindum og at finna feilir í netverkinum í sambandi við uppbygging og viðlíkahald av lokalneti,
- at luttaka í broytingartilgongdum, tá framleiðslur ella arbeiðsgongdir verða betraðar og gjørdar munadyggari,
- at læra frá sær, vegleiða og veita tænastu til brúkarar,
- at leggja inn, uppstiga, seta upp og nýta stýrisskipan í einum ambætara, herundir at fremja brúkara- og tilfeingisfyrisiting og at leggja inn og seta upp amboð og trygdarloysnir,
- at arbeiða eftir skipaðum arbeiðsháttum fyri veiting av kt-tænastum,
- at gera og nýta skjalfesting, sum hoyrir til yrkið, eisini á fremmandamáli,
- at knýta viðkomandi ástøði og arbeiðshættir at fyrireiking, sniðgeving, uppgávubýti, fremjan, íverksetan, eftirmeting og handan av viðkomandi arbeiðsuppgávum úr verkligu læruni,
- at leggja inn, uppstiga, seta upp, umsita og viðlíkahalda netverksambætarar, herundir at finna og rætta feilir,
- at greina trygdartrupulleikar í einum neti, herundir at sniðgeva, leggja til rættis, seta í verk og seta upp trygdarloysnir í einum neti,
- at nýta vitlíki, herundir LLM, Large Language Models, sum amboð innan starvsøkið hjá útbúgvingini og at greina virðið av møguligari automatisering og sjálvvirkni,
- at umsita kt-ognir gjøgnum alla livitíðina (asset- og lifecycle-management) við støði í støddini á fyritøkuni, herundir at skráseta, flokka, royna og eftirmeta kt-útgerð, skipanir, brúkararættindi og arbeiðsgongdir,
- at nýta aktuella fakbókmentir innan yrkið, umframt tíðindakeldur og váðametingar frá viðkomandi myndugleikum,
- at luttaka í sniðgeving og uppbygging av smærri lokalnetum, herundir at leggja inn og seta upp eindir í einum neti sambært vanligum kt-trygdarstandardum í yrkinum,
- at arbeiða við atliti til ESD, Electro Static Discharge, og EMC, Electro Magnetic Compatibility, í samsvari við galdandi trygdar- og umhvørvisreglur,
- at dimensionera, leggja inn, seta upp og uppstiga eina teldu ella ein ambætara við tilhoyrandi tólbúnaði og ritbúnaði, herundir at fremja feilrætting niður á modulstig,
- at leggja inn og seta upp sambindingar og eindir í einum neti, og at feilfinna á netverki í sambandi við uppbygging og viðlíkahaldi av lokalneti við uttanhýsis sambinding,
- at leggja inn og seta upp ymisk sløg av trygdaravritum sambært vanligum kt-trygdarstandardum í yrkinum, og
- at menna script og smærri forrit við nýtslu av scriptmáli.

