Lestrar og skilhaldsreglur

Lestrar- og skilhaldsreglur skúlans stuðla undir stavnhaldi skúlans at kveikja hugin at læra og at menna ábyrgdarfullar borgarar í einum góðum útbúgvingarumhvørvi við góðum trivnaði. Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja teimum.

Reglurnar eru gjørdar við heimild í Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

1 Lestrarvirkni og luttøka

Tað er møtiskylda á Miðnámi á Kambsdali. Næmingarnir skulu møta rættstundis.

Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga:
– At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
– At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
– At vera luttakandi í undirvísingini
– At hava frálærutilfar við sær til undirvísingina

Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

2 Frávera

Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Frávera frá tímum og innlatingum verður skrásett.Tímarnir verða skrásettir í tímaeindum og innlatingar í næmingatíð samsvarandi ráðløgdu undirvísingini og innlatingarætlanini.

Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru, kann honum verða noktað uppflyting í næsta flokk.
Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.

Fráveran og manglandi skrivlig avrik verða gjørd upp javnan. Verður mett, at frávera hjá næmingi er ov høg, verða agatiltøk framd samsvarandi §12.

Eftir skrivligari umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at vera til staðar sambært § 4 stk. 2 í Kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur.

Sum aðalreglu eigur fráveran ongantíð at fara upp um 10% av higartil lisnum tímum og 15% av higartil lisnum tímum í einstøkum lærugreinum. Fráveran verður gjørd upp triðja týsdag í hvørjum mánaði. Fráveran fyri skrivlig avrik fylgir somu mannagongdum.

3 Snýt

Um lærari hevur illgruna um snýt í sambandi við skrivligar uppgávur, tosar hann við næmingin. Um lærarin metir, at talan er um uppgávu hjá øðrum næmingi ella avskrift av netinum ella annað snýt, so kann lærarin lata rektaranum málið.

Er eingin ivi, verður ávaring givin alt fyri eitt. Verður brotið endurtikið, fer næmingurin til eyka ársroynd í lærugreinini ella fleiri lærugreinum. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast. Slíkar uppgávur, ið fyri ein meginpart eru avskriftir av avrikum hjá øðrum ella egnum áður dømdum avriki, telja ikki sum innlatnar uppgávur.

4 Telefonir, snildfonir, teldlar og teldur

Telefonir og snildfonir skulu verða sløktar og varðveittar á tilætlaðum staði, meðan undirvísing er. Teldlar og teldur skulu einans brúkast og vera frammi eftir loyvi lærarans.

5 Matur og drekka

Tað er ikki loyvt at eta og drekka í serstovunum (lívfrøði, alisfrøði, evnafrøði, fablab, innovatión, ítróttur, miðlar, leiklist, tónleikur)

6 Royking

Royking fer bert fram í roykiskýlinum.

7 Skilhald

Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
1) At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
2) At seta koppar, gløs og annað á køksvognar
3) At seta stólar upp undir borðið, har hetta er gjørligt

8 Parkering

Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum.

9 Rúsdrekka og rúsevni

Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlarnar ella at møta upp ávirkaður.

10 Avmyndan og upptøka

Ikki er loyvt at avmynda ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.

11 Happing og kúgan

Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

12 Agatiltøk

Brot á reglurnar í sambandi við skilhald kunnu føra til:
1) At næmingurin fyrst fær eina rættleiðing/ábreiðslu og boð um at bøta um støðuna.

2) At næmingur frá skrivliga ávaring við boðum um at bøta um støðuna.

3) Í sambandi við manglandi lestrarvirkni kunnu eftir skrivliga ávaring boð verða send til Studna um manglandi lestrarvirkni.

4) Er framvegis eingin bati, kann næmingur burturvísast.

5) Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast uttan aðra fráboðan. Talan er tá um t.d. harðskap, herverk og manglandi lestrarvirki uttan orsøk samanhangandi í longri tíð, t.d. 2 vikur.

Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av hesi grein.