Telefon- og skíggjapolitikkur

Meginreglur
  1. Allar skíggjaeindir (telefon, telda, teldil, ella annað) skulu í skúlanum bert nýtast sum amboð í undirvísingini, og eru ikki til privata nýtslu.
  2. Lærarin ræður fyri, hvussu skíggjaeindir skulu nýtast – sum amboð í undirvísingini.
  3. Skíggjaeindir verða í skúlanum bara brúktar, tá tað gevur fakliga meinining, og skulu annars vera sløktar og goymdar burtur.
Fyri næmingin merkir hetta at:
  • Allar telefonir skulu áðrenn tímin byrjar verða sløktar ella í flogstøðu og settar í lumma á vegginum. Næmingar skulu venja seg við ikki at vera online. Teir skulu venja seg við at leggja telefonina / skíggjar frá sær og ikki at vera at hitta, men í staðin at hugsavna seg um ein heilan undirvísingarblokk.
  • Næmingar skulu læra at nýta skíggjaeindir gagnliga í undirvísingini. At duga at nýta hesi í frítíðini er ikki tað sama sum at duga at nýta tey í skúlaarbeiði.
  • Atgongd gjøgnum skúlans net verður avmarkað í mun til tey 4 S-ini (sosialar miðlar, spøl, shopping og stroyming). VPN skal ikki nýtast í skúlatíðini.
  • Allir undirvísingartímar byrja við sløktum skíggjaeindum, og hesar verða bert tendraðar eftir boðum frá lærara. Tað er í undirvísingartíðini bert loyvt at nýta teldu ella annan skíggja til undirvísingarvirksemi.
  • Smátalarar kunnu í undirvísingartíðini bert nýtast eftir avtalu við læraran.
  • Næmingar skulu ikki brúka telefon ella annað talgilt samskifti í undirvísingartíðini. Til ber at samskifta í fríkorterinum. Eru átroðkandi boð til næmingin, ber til at ringja til skrivstovuna, tlf 610 800.
Fyri foreldur merkir hetta:
  • Foreldur ella onnur kunnu ikki seta seg í samband við næmingin í undirvísingartíðini. Til ber at senda eini boð, so næmingurin kann svara í fríkorterinum. Átroðkandi boð til næmingin kunnu berast við at ringja til skrivstovuna, tlf 610 800.
Hví telefon- og skíggjapolitikk?
  • Kanningar á skúlanum hava víst, at næmingar verða órógvaðir av skíggjum í skúlatíðini
  • Í dagsins samfelag er umráðandi at vera tilvitað um møguleikar og vandar við talgildu tøknini. Hetta er eisini galdandi fyri næmingar og lærara í undirvísingarhøpi. Ótálmað nýtsla órógvar læriumhvørvi, hugsavnan og trivnað.
  • Fólkaskúlar i okkara upptøkuøki hava politikk á økinum. Næmingar eru tí vanir við avmarkandi reglur, tá teir koma til okkara.
  • Vit vilja við hesum reglum gera okkara til at røkja læriumhvørvið hjá næmingum og fremja tilvit um gagnnýtslu av talgildu tøknini.
  • Við nýggjum telefon- og skíggjapolitikki hevur verið neyðugt at dagføra skilhaldsreglurnar samsvarandi.
Fyri læraran merkir hetta, at
  • Næmingar skulu læra at nýta skíggjaeindir gagnliga í undirvísingini.
  • Allir undirvísingartímar byrja við eini løtu við sløktum skíggjaeindum til gagns fyri samskiftið og sambandið millum lærara og næming – og næmingarnar sínámillum.
  • Lærarin stýrir, nær skíggjaeindir eru partur av undirvísingini – ella ikki.
  • Undirvísingin verður tilvitað løgd til rættis við sekvensum við skíggja og sekvensum uttan skíggja. Næmingar skulu lata skíggjarnar aftur, tá tey t.d. lurta eftir einum uppleggi. Øðrvísi háttur at taka notur kann vera, at næmingar sleppa at skriva samandrátt, tá ein framløga er liðug ella at skriva við hond.
  • Lærarin viðvirkar til, at næmingarnir læra tøknifatan, m.a. hvussu skíggjanýtsla og sosialir miðlar ávirka okkum, og hvussu algoritmur virka.
  • Átroðkandi boð til læraran í undirvísingartíðini kunnu gevast við at ringja til skrivstovuna, tlf 610 800.
  • Tað er framvegis rúm fyri analogum lærimiðlum – bókum og pappíri.
Fyri leiðsluna merkir hetta at:
  • Avmarkandi skíggjapolitikkur skal setast í verk soleiðis, at øll starvsfólk fylgja somu reglum – á fastan og vinarligan hátt.
  • Starvsfólkahópurin verður fyrireikaður uppá nýggju støðuna og fær sakligar grundgevingar – og greiðar reglur at halda seg til.
  • Starvsfólkahópurin verður kunnaður um tøknifatan, m.a. hvussu algoritmur virka, og hvussu skíggjanýtsla og sosialir miðlar ávirka okkum.
  • Rímiligar sanktiónir verða ásettar, um reglurnar ikki verða hildnar. Ábyrgdarbýtið í hesum sambandi skal vera greitt.
  • Skundboð (skemabroytingar o.a.) í skúlatíðini verða givin persónliga.
Agatiltøk í sambandi við telefon- og skíggjapolitikkin
  • Næmingur, ið ikki fylgir reglunum um skíggjanýtslu, fær fyrst eina ávaring frá læraranum. Hjálpir hetta ikki, verður næmingurin burturvístur frá viðkomandi blokki og fráveran skrásett (reyðan blokk) við grundgeving í notu í UMS.
  • Um støðan endurtekur seg, verður næmingurin boðsendur til samrøðu við rektaran, sum gevur honum eina námsfrøðiliga ábreiðslu, og rektarin kann burturvísa næming í tveir dagar. Um næmingurin er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin boð.
  • Um støðan framhaldandi endurtekur seg, verða framhaldandi agatiltøk partur av agatiltøkum sambært §12 í skilhaldsreglunum (t.e. námsfrøðilig ábreiðsla, skrivlig ávaring, fráboðan til Studna og at enda burturvísing).

Miðnám á Kambsdali / Klaksvíkar HF-skeið

august 2024