Vallærugreinir

Alisfrøði C

  • Lærugreinin alisfrøði snýr seg um royndirnar hjá menniskjum at skilja heimin á ein skipaðan hátt gjøgnum hypotesur, royndir og eygleiðing. Alisfrøði er okkara roynd at gera yvirskipaðar tulkingar og frágreiðingar av hugtøkum og tilgongdum í náttúru og í sambandi við tøkni.
  • Lærugreinin alisfrøði gevur næminginum førleikar at skilja tann náttúruvísindiliga arbeiðsháttin og síggja leiklutin hjá náttúrufrøðini sum týðandi part av okkara heimsfatan.
  • Í alisfrøði á C-stigi verður arbeitt við teimum trimum økjunum nátturuvísindaliga heimsmyndin, orka og ljóð & ljós.
  • Harumframt fær næmingurin høvi at lýsa og fremja einfaldar alisfrøðiligar royndir, m.a. at seta fram og falsifisera einfaldar hypotesur, og á tann hátt styrkja sína fatan av samspælinum, ið er millum praktiskar royndir og vísindalig ástøði.

Undirvísingin í alisfrøði C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Evnafrøði C

  • Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu.
  • Í lærugreinini evnafrøði C lærir næmingurin um hugtøk og evnafrøðiliga vitan annars við sampælinum millum eygleiðingar og royndir øðrumegin og ástøði og myndlagerð (modellering) hinumegin.
  • Arbeiðið í lærugreinini gevur næmingunum eina fatan av, at evnafrøðilig vitan og nýskapan verða nýtt til gagns fyri menniskjað og náttúruna, eins og at óhóskandi nýtsla av evnum kann skaða bæði heilsu og umhvørvi.
  • Í evnafrøði á C-stigi fær næmingurin innlit í háttaløg, hugtøk og lógir í lærugreinini, vitan um og fatan av, at øll evni eru bygd upp av atomum, og einstaki næmingurin verður førur fyri at fara grundandi og ábyrgdarfult fram í sambandi við ítøkilig greiðsluevni av náttúruvísindaligum slagi.

Undirvísingin í evnafrøði C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Forritan C

  • Lærugreinin forritan snýr seg um at avgera atburðin hjá einari teldu. Hóast tað er møguligt at geva teldum kunstigan intelligens, so hava tær ikki ein frían vilja. Í síðsta enda eru tað forrit, sum avgera atburðin hjá teldunum.
  • Lærugreinin hevur ein ástøðiligan part, har næmingarnir skulu skilja einføld forrit og kunna greiða frá hvussu tey virka.
  • Lærugreinin hevur ein verkligan part, har næmingurin, skal fáa forrit at samvirka við kringumstøður. Hetta kann til dømis gerast við smáteldunum Arduino.
  • Næmingarnir skulu arbeiða við verkætlanum har teir finna, greina og loysa einfaldar trupulleikar.

Undirvísingin í forritan C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Fyriskipan C

  • Lærugreinin fyriskipan gevur næmingunum vitan um, hvørjar møguleikar leiðslur og starvsfólk í fyriskipanum hava at taka avgerðir og at laga fyriskipanina til krøv og broytingar í samfelagnum
  •  Næmingarnir skulu menna evnini til sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur at arbeiða við fyriskipanarligum viðurskiftum og trupulleikum.
  • Næmingarnir læra um bygna herundir ábyrgdar- og mynduleikabýti. Hugt verður eftir samspælinum í bólkum og millum bólkar eins og viðurskifti í knýta seg at leiðslu og leiðsluháttum.
  • Næmingarnir fáa somuleiðis høvi til at orða fyriskipanarligar trupulleikar í veruligum ella veruleikakendum dømum, herundir at skjóta upp møguleikar og loysnir.

Undirvísingin í fyriskipan C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Heilsufrøði C

  • Í lærugreinini heilsufrøði á miðnámsskúlastigi verður arbeitt við evnum innan fólkaheilsu, heilsufremjan, fyribyrgjan og trivnað. Støðið verður tikið í hvussu menniskja mennist, búnast og eldist, sæð frá bæði persónligum og samfelagsligum sjónarhorni.
  • Endamálið við undirvísingini í heilsufrøði er at geva næmingum førleikar at viðgera og grunda yvir faklig og almenn viðurskifti innan heilsufrøði, og at fáa innlit í tað at skula starvast við menniskjum.
  • Heilsufrøði gevur og mennir førleikar at reflektera yvir egna fatan og at samstarva við onnur. Somuleiðis gevur heilsufrøði førleikar at skilja og virða ymiskleikan hjá menniskjum. Hetta við grundstøði í persónligum, sosialum, samfelagsligum og mentanarligum faktorum.
  • Heilsufrøði byggir á vísindalig ástøði og nýtir náttúruvísindalig, samfelagsvísindalig og humanistisk háttaløg. Í undirvísingini verða úrslit frá hesi gransking nýtt fyri at skilja menniskja í nógvum ymiskum høpum.

Undirvísingin í Heilsufrøði C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Heimspeki C

  • Lærugreinin heimspeki viðger spurningar, sum eru grundleggjandi fyri menniskjaligu tilveruna og fyri allar lærugreinar og øll vísindi.
  • Í lærugreinini heimspeki verða týðandi greiðsluevni innan nýtta og ástøðiliga heimspeki viðgjørd í sett í høpi, eins og heimspekiligt og hugmyndasøguligt yvirlit verður gjørt yvir høvuðstíðarskeiðini fornøldina, renesansuna, upplýsingartíðina og nýtíðina.
  • Kjarnin í heimspeki er at seta djúpar spurningar og at hugsa vandaliga um møgulig svar og próvførslu tvørturum faklig og vísindalig mørk.
  • Lærugreinin heimspeki viðger spurningar úr bæði einum reglubundnum og einum hugmyndasøguligum sjónarhorni.

Undirvísingin í heimspeki C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Innovatión C

  • Lærugreinin innovatión snýr seg um uppfinningar, nýskapan og útbreiðslu. Lærugreinin gevur vitan um at menna hugskot og nýskapan, og hvussu nýskapan kann verða brúkt til vinnulig endamál.
  • Endamálið við lærugreinini innovatión er, at næmingurin lærir at arbeiða miðvíst við hugskotsmenning, mennir handilsligt virkisfýsni, evni til at meta um váða og evni til at brúka skipaðan arbeiðshátt til at fremja nýhugsandi verkætlanir og stovna nýggj virki í einum altjóða búskapi.
  • Í lærugreinini innovatión verður arbeitt við nýskapandi mannagongdum, verkætlanarleiðslu og verkætlanargongd (prosess) ella virkisætlanum.
  • Í lærugreinini mennir næmingurin síni evni til at arbeiða við vitan og nýhugsandi arbeiðshættum í veruleikakendum verkætlanum.

Undirvísingin í innovatión C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Latín C

  • Latín er tað málið, sum varð tosað í túsund ár í Rómverjaríkinum, sum at enda strekti seg um alt Europa heilt til Onglands í norðuri og Norðurafrika í suðuri.
  • Latín er umframt ein mállærugrein eisini ein mentanarlærugrein. Umframt grundleggjandi latínskar tekstir, fæst lærugreinin eisini við rómverskt og fornfrøðiligt tilfar, soleiðis at næmingurin eisini lærir um mentanina og hugaheimin hjá rómverjum.
  • Kunnleiki til eitt so gamalt og øðrvísi mál sum latín gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál, eins væl og onnur mál, alheimsbókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.
  • Latín varð tosað sum vísindamál heilt fram at 18. øld. Framvegis er latín eitt týðandi altjóðamál, tí flest øll heiti innan t.d. læknavísindi, gudfrøði og aðrar vísindagreinar eru á latíni.

Undirvísingin í latíni C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Leiklist C

  • Lærugreinin leiklist er ein lærugrein, ið sameinir tær skapandi tilgongdirnar í drama og sjónleiki við umhugsan og hugleiðingum um tey listarligu úrslitini.
  • Evnið í lærugreinini er menniskjanslig atferð, sambond og gerðir, ofta eyðkend við mótsetningum og tvístøðum, ið verða orðað ella framsett í einum listarligum bygnaði, har framsagnarhættirnir hjá sjónleikinum verða nýttir: kroppur, rødd, mál og tøknilig amboð.
  • Undirvísingin í leiklist C hevur m.a. sum endamál at menna hugin, medvitið og førleikan hjá næminginum at brúka drama sum frásøguhátt og fremja kunnleika og gleði við sjónleikin sum samskiftismiðil.
  • Somuleiðis skal frálæran vekja ans fyri tolsemi og virðing fyri hvørjum øðrum, og at geva næminginum størri innlit og heildarfatan av lærutilgongdini, eins og menna fatanina hjá næminginum av øðrum menniskjum, hendingum og umhvørvi.

Undirvísingin í leiklist C er 75 klokkutímar (50 blokkar).

Mentanarfatan C

  • Endamálið við lærugreinini mentanarfatan er, at næmingarnir menna evnini at samskifta í egnari mentan eins væl og millum aðrar mentanir.
  • Við at viðgera mentanir mennast møguleikarnir at virka í einum heimi við mentanarligum margfeldni. Eisini skulu næmingarnir menna teirra vitan og fatan av mentanarligari broyting.
  • Í undirvísingini í mentanarfatan verður komið inn á mentanarligar úttrykshættir í tíð og rúmi, ástøði um mentan og samleika, hugtøk í mentanarligum greiningarvirksemi og hvat hendir, tá ymiskar mentanir møtast.
  • Harumframt verða mentanir samanbornar, mentan verður sett í tjóðarligt og altjóðaligt høpi, eins og samskifti tvørtur um mentanarmørk verður viðgjørt.

Undirvísingin í mentanarfatan C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Miðlar C/miðlakunnleiki C

  • Fakliga innihaldið í lærugreinini miðlakunnleiki C, eisini nevnt miðlar C, er í høvuðsheitum at viðgera livandi myndir og miðlaframleiðslur í einum fagurfrøðiligum, mentanarligum, samfelagsligum, yrkisligum og samskiftisligum samanhangi.
  • Lærugreinin gevur næmingunum neyðugu og amboðini til at greina livandi myndir, bæði tá ið talan er um fiksjón, fakta og lýsingar. Hetta gevur næminginum førleikar at uppliva og meta um ta umfatandi kunning og ávirkan, sum hann møtir í fjølbroytta miðlaheiminum.
  • Undirvísingin í miðlakunnleika C mennir evnini hjá næminginum at greina, perspektivera og taka støðu til føroyskar og altjóða miðlaframleiðslur, við bæði fiktión, dokumentar/ fakta og framleiðslum, við samansettum frásøguháttum, t.d. filmar, sjónvarpssendingar, margmiðlar og lýsingar.
  • Frálæran mennir harumframt førleikar næmingsins at orða seg sjálvstøðugt og fjølbroytt, so hann gerst virkin, skapandi og reflekterandi miðlabrúkari, við denti á film, sjónvarp og margmiðlar.

Undirvísingin í miðlakunnleika C er 75 klokkutímar (50 blokkar).

Kunningartøkni C

  • Kunningartøkni, vanliga stytt KT, er týðandi lærugrein í nútíðar samfelagnum, eitt nú, tá ið talan er um at velja og nýta tøkni til m.a. at leita fram, brúka, viðgera og miðla dátur, upplýsingar og kunning.
  • Í lærugreinini KT C verður arbeitt við at menna kunnleika næmingsins til grundleggjandi partarnar í kunningartøknini, eitt nú tólbúnað (hardware) og ritbúnað (software).
  • Næmingurin fær bæði ástøðiligt og verkligt innlit í, hvussu einstaklingar, útbúgvingarskipan, vinnulív og samfelag nýta og kunnu nýta upplýsingar í sambandi við kunningartøkni. Hetta verður gjørt við ítøkiligum royndum.
  • Harumframt lýsir lærugreinin samspælið millum tólbúnað, ritbúnað og brúkara, so næmingurin fær eina fatan av, hvussu kunningartøkni kann verða brúkt sum amboð í sambandi við útbúgvingina og aðrar verkligar uppgávur.

Undirvísingin í KT C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Sálarfrøði C

  • Undirvísingin í sálarfrøði leggur dent á, hvussu menniskjað hugsar, lærir, sansar, ber seg at, eins og næmingurin lærir um persónmensku, kognitión, læring og samleika.
  • Endamálið við undirvísingini í sálarfrøði er at geva næminginum førleikar at viðgera og grunda yvir faklig og almenn viðurskifti innan sálarfrøðina.
  • Sálarfrøði gevur og mennir førleikarnar at reflektera yvir egnan lesnað og at samstarva við onnur.
  • Somuleiðis gevur sálarfrøðin førleikar at skilja og virða ymisleikan hjá menniskjum.

Undirvísingin í sálarfrøði C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Stjørnufrøði C

  • Lærugreinin stjørnufrøði tekur útgongdsstøði í eygleiðingum og ástøði um alheimin, og roynir hervið at binda fortíð og nútíð saman.
  • Lærugreinin stjørnufrøði hevur, við at eygleiða umheimin, støðugt økt um og víðkað vitan okkara um, hvussu bygnaðurin í alheiminum er, og hvussu alheimurin er mentur.
  • Næmingurin fær umframt náttúruvísindaliga stjørnufrøði eisini kunnleika um lýsingar av viðurskiftum í alheiminum, bæði nær við og langt burturi, sum ígjøgnum tíðirnar hava verið grundarlag undir skiftandi heimsmyndum, sum menniskjan hevur gjørt sær fyri at kunna skilja náttúruna.
  • Sjørnufrøði er somuleiðis mentanarberandi vísindi, tá tað kemur til innlitið í tann alstóra týdning, sum umheimurin hevur fyri øllum lívi, og ger okkum betur før fyri at skilja støðuna hjá menniskjum í náttúruni.

Undirvísingin í stjørnufrøði C er 75 klokkutímar (50 blokkar) yvir 1 skúlaár.

Sølubúskapur C

  • Lærugreinin sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka.
  • Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategiir, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu.
  • Lærugreinin snýr seg um, hvussu virkir taka avgerðir viðv. marknaðarføring og sølu við atliti til nær- og fjarumhvørvi.
  • Í sølubúskapi C verður støði fyrst og fremst tikið í heimliga marknaðinum, og næmingurin gerst tilvitaður um, hvørjar avbjóðingar og avgerðir eitt virki stendur fyri, tá tað skal vinna sær kundar á einum marknaði merktur av stórari kapping.

Undirvísingin í sølubúskapi C er 100 klokkutímar.

Tónleikur C

  • Á miðnámsskúlastigi verður arbeitt við tónleiki sum eini hugvísindaligari lærugrein, har arbeitt verður við greining og tulking av menniskjaligum, listarligum úttrykki – á sama hátt sum t.d. list- og bókmentagreining.
  • Í tónleiki á C-stigi verður dentur lagdur á at viðgera tónleikin sjálvan, og í aðru syftu á at viðgera ytru viðurskiftini hjá tónleikinum, har komið verður inn á, hvussu menniskju fata tónleikin.
  • Undirvísingin miðar ímóti, at næmingurin ognar sær fortreytir til at taka virknan lut í sínum tónleikalívi.
  • Undirvísingin eggjar og mennir tónlistarliga heim næmingsins og gevur honum fakligar førleikar til at úttrykkja seg í og um tónleik umframt menna hansara fyritreytir fyri at fáast við tónleik, bæði tá ið hann lurtar eftir og spælir tónleik.

Undirvísingin í tónleiki C er 75 klokkutímar (50 blokkar).

Vinnulívsrættur C

  • Endamálið við undirvísingin í vinnulívsrætti á C stigi er at menna førleikan hjá næminginum at  meta um løgfrøðiligar spurningar, við atlitið at vinnufyritøkuni, bæði innanlands og uttanlands.
  • Vinnulívsrættur gevur eina almenna vitan um tær rættarligu meginreglurnar, umframt um tann partin av lóggávuni, ið vendir sær til vinnulívið og um hvussu hendan lóggáva, bæði skapar møguleikar og setir karmar fyri vinnufyritøkuna.
  • Næmingurin mennir í lærugreinini førleikan at skilja tær løgfrøðiligu meginreglurnar, ið eru galdandi í einum rættarsamfelag, eins og hann mennir førleikan at brúka løgfrøðiligar arbeiðshættir, tá ið hann skal fyribyrgja ella finna loysnir á rættarligum ósemjum.
  • Undirvísingin í lærugreinin tekur støði í teimum rættarkeldum, sum eru galdandi í Føroyum, men leggur samstundis dent á at síggja føroysku lóggávuna í altjóða høpi.

Undirvísingin í vinnulívsrætti C er 75 klokkutímar (50 blokkar).

Virkisbúskapur C

  • Virkisbúskapur gevur innlit í, hvussu tilfeingi verður nýtt og umsitið best møguliga. Harumframt gevur virkisbúskapur innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum altjóðagjørdum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi.
  • Í virkisbúskapi C er endamálið, at næmingurin lærir at nýta virkisbúskaparligar fyrimyndir og arbeiðshættir og at skilja hugsanarhátt og ástøðini undir teimum.
  • Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.
  • Í lærugreinini verður næmingurin fyrireikaður til framhaldandi lestur, men lærugreinin gevur eisini næminginum førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast innan vinnuvirksemi. Virkisbúskapur er eitt fak, ið hevur tætt tilknýti til vinnulívið, og hetta sæst aftur í undirvísingini við virkisvitjanum, simuleringum og líknandi.

Undirvísingin í virkisbúskapi C er 125 klokkutímar (83 blokkar).

Evnafrøði B

  • Í evnafrøði á B-stigi fær næmingurin innlit í háttaløg, hugtøk og lógir í lærugreinini, vitan um týðandi evni og eginleikar teirra, umframt eina fatan av samfelagsliga og tøkniliga týdninginum evnafrøðin hevur, bæði í dag og í søguligum høpi.
  • Í undirvísingini í evnafrøði á B-stigi fær næmingurin kunnleika til náttúruvísindaligan hugsanarhátt og háttalag. Tað kvantitativa sjónarmiðið er av stórum týdningi, og næmingurin fær innlit í, at evnafrøði í samspæli við aðrar lærugreinar kann lýsa og loysa trupulleikar.
  • Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu.
  • Næmingurin ognar sær lestrarførleika í arbeiði sínum í lærugreinini, sum leggur støði undir framhaldandi náttúruvísindaligum lestri.

Undirvísingin í evnafrøði B er 125 klokkutímar (uml. 83 blokkar).

Franskt B

  • Franskt sum byrjanarmál á B-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak.
  • Franskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Frakland, Belgia, Sveis, Luxemburg og Monaco. Franskt er høvuðsmál í londum og økjum í fleiri heimspørtum, so sum fyrrverandi fronsku og belgisku hjálondunum í Afrika og í Quebec í Kanada.
  • Franskt er alment mál í 32 londum, og umleið 220 milliónir fólk tosa franskt um allan heim. Lærugreinin byggir á franskt mál í Fraklandi sum standardmál, men dregur natúrliga alt franskmælta økið inn í lærugreinina.
  • Næmingurin lærir at samskifta týðiliga á fronskum viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta eftir og skilja franskt, og at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingin í fronskum B sum byrjanarmáli er 200 klokkutímar (150 blokkar).

Heimspeki B

  • Kjarnin í lærugreinini heimspeki er, tvørturum faklig og vísindalig mørk, at seta djúpar spurningar og at hugsa vandaliga um møgulig svar og próvførslu.
  • Í lærugreinini verður fatanin av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru knýttar at hug-, samfelags- og náttúruvísindaligum lærugreinum, ment, og næmingarnir menna somuleiðis evni síni at greina og taka støðu til ymisk sløg av vitan og virði í alheims vitanarsamfelagnum.
  • Á B-stigi verður undirvíst í økjunum sannkenningarástøði, metafysikki, siðafrøði, samfelagsheimspeki, lívsheimspeki, próvførsluástøði og logikki, eins og í hugvísindaligum, samfelagsvísindaligum og náttúruvísindaligum ástøði.
  • Umframt nevndu øki verður undirvíst í ískoytisøki, ið eru tengd at breytini hjá næminginum.

Undirvísingin í heimspeki B er 125 klokkutímar (uml. 84 blokkar).

Innovatión B

  • Innovatión er ein samfelagsfrøðilig lærugrein, ið fevnir um vitan um uppfinning (inventión), nýskapan (innovatión) og útbreiðslu (diffusión).
  • Undirvísingin á B-stigi byggir á lokna undirvísing á C-stigi, men fer djúpri í kjarnaøkini.
  • Undirvíst verður í økjunum innovatión og samfelagsmenning, innovatión og kappingarførleika hjá fyritøkum, innovatión og hugskotsmenning, virkisætlan og innovatiónstilgongd, útbreiðslu og starvsfólk & fyriskipan.
  • Umframt nevndu øki verður undirvíst í ískoytisøki, ið setir nevndu øki í perspektiv. Hetta kann vera blaðgreinar, sjónvarpssendingar, heimasíður ella líknandi tilfar.

Undirvísingin í mentanarfatan B er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Ítróttur B

  • Ítróttur á B-stigi snýr seg um kropsligt virkni og íðkan av ítróttargreinum. Kapping og kropslig avrik eru aðalmál. Hetta verður stuðlað av vitan frá náttúruvísindaliga, humanistiska og samfelagsvísindaliga økinum.
  • Ítróttarligt hegni gevur rørslugleði og stimbrar hugin at spenna seg út kropsliga. Lærugreinin gevur eisini innlit í, hvønn heilsufremjandi týdning íðkan hevur og eina fatan av, hvønn mentanarligan týdning, ítrótt hevur.
  • Ítróttur á B-stigi byggir á lokið C-stig í ítrótti og heilsu, og undirvíst verður í kropsligum virkni, fjølbroyttar ítróttagreinum og -virksemi, at fremja kropstamarhald og bóltførleika, umframt venjingar, sum fremja hugdýpan í tí ástøðiliga partinum av ítróttalærugreinini.
  • Átøðiliga verður undirvíst í náttúru- og heilsuvísindaligum, umframt humanistiskum og samfelagsvísindaligum ástøði og háttalag um venjing, lívsstíl og ítróttavanar og ítróttir, sum leggja dent á samarbeiði og etikk og at menna sjálvsálit

Undirvísingin í tónleiki B er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Kunningartøkni B

  • Kunningartøkni B er eitt samfelagsfrøðiligt fak sum knýtir seg at teimum tøkniligu yrkisgreinunum. Lærugreinin fremur vitan innan dátuviðgerðartøkni og skipanir, umframt førleikar til menning, íverksetan og nýtslu av KST.
  • Lærugreinin fæst við tøkni og skipanir sum viðgera dátur og miðla kunning.
  • Til dømis fáast vit við kt-skipanir, harímillum servara og netverk. KT-samskipan, menning og stýring. KT-amboð og kt-skipanir at fremja og menna handilsrakstur. Eisini  til dømis samskiftisamboð og myndlar, heimasíður, snið og sjónliggerð.

Undirvísingin í kunningartøkni b er 125 tímar (umleið 84 blokkar).

Landafrøði B – náttúrubreyt og hugbreyt

  • Landafrøði er lærugrein, ið sameinir fleiri ymiskar lærugreinar, ið arbeiða við jarðartengdum samanhangum og broytingum. Hugt verður bæði eftir, hvussu náttúran og umhvørvið seta treytir fyri samfelagsligum virksemi ymsastaðni á jørðini, og hvussu samfelagslig og mentanarlig frambrot broyta náttúruligu og umhvørvisligu fortreytirnar.
  • Undirvísingin verður sett í samband við gerandisdagin hjá næmingunum, so at lærugreinin bæði kann byggja á eina skipaða eygleiðing, eins væl og undran og djúphugsan, tá ið talan er um umstøðurnar kring okkum.
  • Næmingurin ognar sær í lærugreinini vitan og kunnleika um jørðina og skilir, at hon er býtt sundur í øki av alskyns støddum og vavi, og at knýtt verða sterk búskaparlig, politisk og sosial áhugamál at hesum økjum, ið kunnu avmarkast bæði horisontalt við kortum og planum, men eisini við tvey- ella trídimensionalum yvirlitsmyndum, sum vísa vertikalar samanhangir og avmarkingar
  • Millum evnini, ið viðgjørd verða, kunnu nevnast kortlæra, hagtøl, feltarbeiði, jarðarsøga, eldgos, plátutektonikkur, vistfrøðiskipanir, vinnulívsmenning, mobilitetur, havfrøði, fiskivinna, alivinna og mong fleiri.

Undirvísingin í landafrøði B er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Lívfrøði B

  • Almennandi endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at næmingurin fær vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnaøki, samstundis sum áhugi hansara fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður.
  • Í lívfrøði á B-stigi verður undirvíst í kjarnaøkjunum kyknulæru, lívvirkisfrøði, arvalæru, smáverulívfrøði, vistfrøði og náttúruvísindaligum arbeiðshættum.
  • Í ískoytisøkinum verður undirvíst í týdninginum, sum lívfrøðin hevur lokalt og globalt, lívfrøði sum vísindafaki og spurningum um bioetikk.
  • Lestrarfyrireikandi endamálið við lívfrøði B er, at næmingurin við ymiskum royndum og arbeiðsháttum megnar at fara í dýpdina fakliga, at hann kritiskt evnar at útvega ymiskar upplýsingar, og at hann skilir samanspælið millum tað ástøðiliga og tað verkliga við at leggja tilrættis og gera royndir.

Undirvísingin í evnafrøði B er 125 klokkutímar (uml. 83 blokkar).

Mentanarfatan B

  • Í lærugreinini mentanarfatan verður eisini arbeitt við mentanarligum orðingum og samleikaskapan sum mentanarlig gongd, og lærugreinin útvegar amboð, ið hjálpa at skilja og møta mentanum.
  • Endamálið við mentanarfatan er, at næmingarnir menna evnini at samskifta í egnari mentan eins væl og við aðrar mentanir.
  • Á B-stigi verður millum annað undirvíst í mentanarligum munum, samanberandi (komparativari) mentan, samskifti tvørtur um mentanarmørk, integratión, assimilatión og segregratión, meirilutum og minnilutum, eins og siðalæru, morali og mentan.
  • Arbeitt verður við tættunum mentanarástøði, mentanarmøti, mentanarsamanbering, mentanarmenning, mentanarligum samleika, ikki-vesturlendskari mentan, tí tjóðarliga mótvegis tí altjóðarliga, eins og europeiskari og ikki-europeiskari mentan.

Undirvísingin í mentanarfatan B er 105 klokkutímar (70 blokkar). Gerast skal vart við, at Mentamálaráðið á námsætlanarsíðu síni sigur, at rættingar kunnu koma fyri í Mentanarfatan B.

Miðlakunnleiki B

  • Fakliga innihaldið í lærugreinini miðlakunnleiki er í høvuðsheitum at viðgera livandi myndir og miðlaframleiðslur í einum fagurfrøðiligum, mentanarligum, samfelagsligum, yrkisligum og samskiftisligum samanhangi.
  • Frálæran mennir evnini hjá næminginum at greina, seta í frásjón og taka støðu til føroyskar og altjóða miðlaframleiðslur, við bæði fiktivum innihaldi (fiktión), heimilafrásagnum (dokumentar ella fakta) og framleiðslum, við samansettum frásøguháttum, t.d. filmar, sjónvarpssendingar, margmiðlar og lýsingar.
  • Somuleiðis skal frálæran menna førleikar næmingsins at orða seg sjálvstøðugt og fjølbroytt, so hann gerst virkin, skapandi og reflekterandi miðlabrúkari, við denti á film, sjónvarp og margmiðlar.
  • Undirvísingin á B-stigi fevnir um økini miðlaástøði og –greining, miðlaframleiðslu, miðlanýtslu og tveimum framleiðslum (verkætlan).

Undirvísingin í miðlum B/miðlakunnleika B er 125 klokkutímar (uml. 83 blokkar). Gerast skal vart við, at Mentamálaráðið á námsætlanarsíðu síni sigur, at rættingar kunnu koma fyri í miðlakunnleika B.

Samfelagsfrøði B – náttúrubreyt og hugbreyt

  • Samfelagsfrøði B byggir á lokið C-stig í samfelagsfrøði, og snýr seg um føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og tekur fram týðandi tættir, sum viðgera tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina.
  • Undirvíst verður í evnunum sosiologi, politikki, búskapi og samfelagsfrøðiligum háttalagi.
  • Undirvísingin hevur m.a. til endamáls við vitan, hugtøkum, ástøði og háttaløgum úr samfelagsfrøðiligu greinunum, og við ítøkiligum samfelagsmálum, at menna náms- og lesiførleika næmingsins.
  • Lærugreinin ger næmingin føran fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiliga fatan og gerandislívið

Undirvísingin í samfelagsfrøði B er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Sálarfrøði B

  • Lærugreinin sálarfrøði gevur og mennir førleikar at reflektera yvir egnan lesnað og at samstarva við onnur. Somuleiðis gevur sálarfrøðin førleikar at skilja og virða ymisleikan hjá menniskjum.
  • Á B-stigi verður undirvíst í økjunum sosialsálarfrøði, menningarsálarfrøði, kognitión & læring, persónsmenska og samleiki og sálarfrøðiligum háttalagi.
  • Umframt nevndu øki verður eisini undirvíst í einum ískoytisøki, ið kann vera heilsusálarfrøði, klinisk sálarfrøði, barna- & familjusálarfrøði, neurosálarfrøði, ítróttarsálarfrøði, miðlasálarfrøði, arbeiðs- & organisatiónssálarfrøði, rættarsálarfrøði ella námsfrøðilig sálarfrøði.
  • Dentur verður lagdur á praktisk og virkisvend viðurskifti, arbeiðs- og vinnulívsvend viðurskifti og vísindalig viðurskifti og háttalag.

Undirvísingin í sálarfrøði B er 125 klokkutímar (uml. 84 blokkar).

Spanskt B

  • Spanskt sum byrjanarmál á B-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak.
  • Spanskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í heiminum og fevnir í høvuðsheitum um Spania, Mið- og Suðuramerika, eins og fleiri øðrum økjum kring allan heimin.
  • Spanskt er alment mál í 21 londum, og umleið 400 milliónir tosa spanskt um allan heim. Lærugreinin byggir á spanskt mál í Spania sum standardmál, men dregur natúrliga alt spanskmælta økið inn í lærugreinina.
  • Næmingurin lærir at samskifta týðiliga á sponskum viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta eftir og skilja franskt, og at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingin í sponskum B sum byrjanarmáli er 200 klokkutímar (150 blokkar).

Støddfrøði B – búskaparbreyt og hugbreyt

  • Endamálið við undirvísingini í støddfrøði er at menna støddfrøðiliga førleikan, sum samfelagið og tann einstaki krevja av útbúgvandi ættarliðnum. Í undirvísingini skal næmingurin hava kunnleika til týðandi tættir í samspælinum sum er millum støddfrøði, mentan, vísindi og tøknifrøði.
  • Næmingurin fær innlit í, hvussu støddfrøðin kann vera við til at økja um fatanina av og vera við til at seta orð á, hvussu støddfrøðiligir spurningar kunnu verða viðgjørdir og svaraðir, á ymiskum fakligum økjum, umframt at geva honum innlit í støddfrøðiligan hugsanarhátt.
  • Undirvísingin fevnir millum annað um stigskipanina hjá rokniháttinum, víðkaða potenshugtakið, at loysa líkningar, formulorðingar, einføld hagfrøðilig háttaløg, lutfalsrokning, funktiónshugtakið, differentialrokning o.fl.
  • Harumframt kunnu næmingar í samráði við lærara velja ískoytisøki so sum hugsanarúrslit (ræsonnement) og próvførslu, støddfrøðiliga myndlan, støddfrøðisøguligar tilgongdur ella onnur evni.

Undirvísingin í støddfrøði B á hugbreyt byrjanarmáli er 250 klokkutímar (umleið 168 blokkar) yvir 2 skúlaár.

Tónleikur B

  • Tónleikur B byggir á lokið C-stig í tónleiki og undirvíst verður í tónleikaíðkan, tónleikaástøði og tónleikafatan.
  • Á miðnámsskúlastigi sameinir lærugreinin eina ástøðiliga og eina vísindaliga tilgongd, eina listaliga og eina útinnandi tilgongd til tónleik sum ein alheimsligan framsagnarhátt.
  • Við skapandi átøkum og tónlistarligum framførslum hevur lærugreinin ein týðandi leiklut innan skúlans mentan.
  • Í lærugreinini tónleiki B ognar næmingurin sær fortreytir til at taka virknan lut í sínum tónleikalívi, og við greining av tónleiki og tónleikaviðurskiftum og við at arbeiða við tónlistarlig parametur, tónalæru, hoyrilæru og tónleikástøði ognar næmingurin sær tónlistarligan kunnleika og tilvitan at viðgera søgulig, samfelagslig og mentanarlig viðurskifti.

Undirvísingin í tónleiki B er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Týskt B

  • Týskt byrjanarmál á B-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak.
  • Týskt er eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Týskland, Eysturríki og Sveis. Lærugreinin byggir á øll hesi trý øki. Natúrligt er tó, at Týskland, sum tað størsta økið, eigur størstu rúmd í undirvísingini. Harumframt tosa minnilutar týskt í Italia, Pólandi, Ungarn, Belgia, Luxemburg, Hollandi, Russlandi, Ísrael, Suðurafrika, Namibia og USA.
  • Næmingurin skal millum annað læra at lesa og skilja innihaldið í ymiskum sløgum av nýggjari og eldri tekstum, at umseta tekstir bæði til týskt og úr týskum, skrivliga at greina og greiða frá á einum rímiliga fjølbroyttum máli
  • Næmingurin lærir at samskifta týðiliga á týskum viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta eftir og skilja franskt, og at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingin í týskum B sum byrjanarmáli er 200 klokkutímar (150 blokkar).

Alisfrøði A – náttúrubreyt

  • Á A-stigi í alisfrøði verður miðað eftir, at at næmingurin ognar sær førleikar í at nýta alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg, tá ið ástøðiligir og verkligir spurningar og greiðslumál av alisfrøðiligum slag verða svarað.
  • Næmingurin ognar sær ítøkiliga vitan um náttúruvísindaligar tulkingar av heiminum kring hann og evnar at lýsa og fremja einfaldar alisfrøðiligar royndir, m.a. at seta fram og falsifisera einfaldar hypotesur, og á tann hátt styrkja sína fatan av samspælinum, ið er millum praktiskar royndir og vísindalig ástøði.
  • Arbeitt verður við innihaldi og próvførslu í tøkni-náttúruvísingaligum tekstum, sum næmingurin viðger við tí endamáli at ogna sær fakligar førleikar sjálvstøðugt at nýta alisfrøðisliga vitan og tøkni, og evnar at miðla hesa vitan til ávísan málbólk.
  • Næmingurin fær at síggja ítøkilig dømi um viðkomandi tøkni-náttúrufaklig greiðsluevni í sambandi við vísindi, menning og framleiðslu, har alisfrøðin hevur ein týðandi leiklut í sjálvari loysnini.

Undirvísingin í Alisfrøði á A-stigi á náttúrubreytini er 325 klokkutímar (umleið 217 blokkar) yvir 3 skúlaár.

Altjóða búskapur A – búskaparbreyt

  • Altjóða búskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, ið snýr seg um samfelagsbúskaparligu gongdina í føroyskum, evropeiskum og altjóða samanhangi
  • Endamálið við lærugreinini er, at næmingurin mennir vitan sína um altjóða búskap í samfelagsligum samanhangi, so hann gerst førur fyri at útgreina teir ymsu partarnar av búskapinum, bæði í Føroyum og uttanlands, eins og næmingurin fær innlit í búskaparligar spurningar og eina fatan av altjóða handli og øðrum samskifti landanna millum.
  • Eisini fær næmingurin innlit í búskaparlig ástøði og háttaløg og gerst førur fyri at lýsa, greina og meta um búskaparligu gongdina í Føroyum og í øðrum londum, og at hann sjálvstøðugt dugir at taka dagar ímillum búskaparliga politikkin í ymsum samfeløgum.
  • Undirvíst verður í m.a. búskaparligum ástøði og háttalagi, hugtøk í tjóðarroknskapinum, ójavnvágir í samfelagsbúskapinum, handilsástøði, vælferðarskipanum o.fl. økjum.

Undirvísingin í altjóða búskapi A á búskaparbreytini er 125 klokkutímar (umleið 83 blokkar) og byggir á undirvísingina í altjóða búskapi B.

Danskt A

  • Danskt er fyrsta fremmandamál, sum undirvíst verður í, og er kravd lærugrein frá 3. til 9. floksstig. Harumframt er danskt vallærugrein á A stigi á øllum miðnámsskúlabreytum.
  • Danskt mál og donsk mentan eru partur av norðurlendskari mentan, og tí gevur danskt atgongd til onnur norðurlendsk mál og til eina felags mentanarfatan, sum fremur ein norðurlendskan samleika. Í lærugreinini verður tí eisini undirvíst í svenskum og norskum máli og bókmentum.
  • Kjarnin í donskum A byggir á eitt breitt úrval av donskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og samansettum tekstum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd. Lærugreinin byggir sostatt á víðkaða teksthugtakið, har omanfyri nevndu teksthugtøk eru umboðað.
  • Endamálið við undirvísingini í donskum á A-stigi er m.a., at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt samskiftisevni, so at hann er førur fyri at skilja og at nýta danskt mál í talu og skrift.

Undirvísingin í donskum A er 200 klokkutímar (150 blokkar) yvir 2 skúlaár.

Enskt A – búskapar- og náttúrubreyt

  • Lærugreinin enskt A snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini.
  • Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.
  • Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.
  • Í lærugreinini verður tosað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.
  • Enskt á A-stigi á búskaparbreyt og náttúrubreyt byggir á enskt á B-stigi, og undirvíst verður í 125 klokkutímar (uml. 84 blokkar).

Evnafrøði A – náttúrubreyt

  • Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu.
  • Í samspæli við aðrar lærugreinar er evnafrøði sum náttúruvísindalig lærugrein við til at fremja framburð í nýtíðar heimsmyndini.
  • Í undirvísingini í evnafrøði á A-stigi fær næmingurin kunnleika til náttúruvísindaligan hugsanarhátt og háttalag. Tað kvantitativa sjónarmiðið er av stórum týdningi, og næmingurin fær innlit í, at evnafrøði í samspæli við aðrar lærugreinar kann lýsa og loysa trupulleikar.
  • Næmingurin ognar sær lestrarførleika í arbeiði sínum í lærugreinini, sum leggur støði undir framhaldandi náttúruvísindaligum lestri.

Undirvísingin í evnafrøði A á náttúrubreytini er 250 klokkutímar (umleið 168 blokkar) yvir 2 skúlaár.

Franskt byrjanarmál A 

  • Franskt sum byrjanarmál á A-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak.
  • Franskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Frakland, Belgia, Sveis, Luxemburg og Monaco. Franskt er alment mál ella høvðusðmál í londum og økjum í fleiri heimspørtum, so sum í fyrrverandi fronsku og belgisku hjálondunum í Afrika og í Québec í Kanada.
  • Franskt er alment mál í 32 londum og umleið 220 milliónir fólk tosa franskt um allan heim. Lærugreinin byggir á franskt mál í Fraklandi sum standardmál, men dregur natúrliga alt fransktmælta økið inn í lærugreinina.
  • Næmingurin lærir at samskifta týðiliga á fronskum bæði minnliga og skrivliga, lærir úttalu og setningsbygnað, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta og skilja franskt og at leggja fram eitt fyrirreikað evni á ein fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingin í fronskum A sum byrjanarmáli er 325 klokkutímar (umleið 217 blokkar) yvir 3 skúlaár

Lívfrøði A – náttúrubreyt

  • Endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at næmingurin fær vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnaøki, samstundis sum áhugi hansara fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður.
  • Næmingurin skal við sínum arbeiði í lærugreinini menna ábyrgdarkenslu fyri sær sjálvum, øðrum livandi verum og burðardyggari menning. Næmingurin skal eisini læra at skilja sambandið millum lívfrøðiliga vitan og tað at brúka hana í sambandi við tøknilig og vinnulig viðurskifti.
  • Kjarnaøkini í lærugreinini á A-stigi eru lívevnafrøði, kyknulæra, lívvirkisføri, genetikk, smáverulívfrøði, vistfrøði og náttúruvísindaligir arbeiðshættir.
  • Harumframt verður undirvíst í týdninginum av lívfrøði, lívfrøði sum vísindafaki, molekylérlívfrøði, biotøkni, meginreglum fyri burðadyggari menning, og bioetiskum spurningum.

Undirvísingin í lívfrøði A er 250 klokkutímar (umleið 168 blokkar).

Samfelagsfrøði A – hug- og nátturubreyt

  • Lærugreinin samfelagsfrøði snýr seg um føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og tekur fram týðandi tættir, sum viðgera tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina.
  • Við sannroyndum og ástøðiligum verkevnum framleiðir lærugreinin vitan um virknar og fjølltýddar máttir, sum ávirka samfelagsmenningina í Føroyum, kring okkum og alheimsliga.
  • Við at knýta sosial, búskaparlig og politisk hugtøk at samfelagsligu gongdini, styrkir lærugreinin grundarlagið undir dygdarbetri støðutakan og virkisføri.
  • Í samfelagsfrøði á A-stigi verður undirvíst í sosiologi, búskapi, politikki, altjóða politikki & samvinnu, eins og í háttalagi (metodu).

Samfelagsfrøði á A-stigi á hugbreyt og náttúrubreyt byggir á samfelagsfrøði á C-stigi og undirvíst verður í 125 klokkutímar (uml. 84 blokkar) um árið í 2 ár.

Spanskt byrjanarmál A

  • Spanskt sum byrjanarmál á A-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak
  • Spanskt er eitt altjóða mál og eitt av høvuðsmálunum í heiminum og fevnir í høvuðsheitum um Spania, Mið-og Suðuramerika, eins og fleiri onnur øki kring allan heimin.
  • Spanskt er alment mál í 21 londum, og umleið 400 milliónir tosa spanskt um allan heim. Lærugreinin byggir á spanskt mál í Spania sum standardmál, men dregur natúrliga alt spansktmælta økið inn í lærugreinina.
  • Næmingurin lærir á A-stigi at samskifta týðiliga á sponskum bæði munnliga og skrivliga, lærir úttalu og setningsbygnað, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta og skilja spanskt og at leggja fram eitt fyrirreikað evni á ein fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingini sponskum A sum byrjanarmáli er 325 klokkutímar (umleið 217 blokkar ) yvir 3 skúlaár.

Støddfrøði A – búskaparbreyt

  • Lærugreinin støddfrøði fær sín samleika bæði úr vísindagreinini støddfrøði og samfelagsvísindaligu og búskaparligu lærugreinunum á búskaparbreytini.
  • Lærugreinin byggir á abstraktan og logiskan hugsanarhátt og fevnir um ymiskar hættir at nýta myndlar til at viðgera og loysa ástøðiligar og ítøkiligar uppgávur.
  • Støddfrøði A byggir á undirvísingina í støddfrøði B, og næmingurin fær á A-stigi yvirlit og gerst førur fyri at greina og meta um støddfrøðilig greiðsluevni, bæði í gerandisligum og lestrarligum samanhangi
  • Hartil mennir næmingurin sína vitan um leiklutin hjá støddfrøðini í samfelagnum, herundir kunnleika um háttaløg og týdningin av støddfrøðiligum hugsanarhátti fyri samfelagsmenningina.

Undirvísingin í støddfrøði A á búskaparbreyt á er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Støddfrøði A – hugbreyt og náttúrubreyt

  • Lærugreinin støddfrøði er við til at menna tann støddfrøðiliga førleika, sum samfelagið og tann einstaki krevja. Fyri at røkka hesum førleika mugu næmingarnir bæði arbeiða verkliga og ástøðiliga.
  • Undirvísingin skiftir ímillum kanningar, spæl, hugflog og at loysa uppgávur og ítøkiliga rokning. Í tøkni og sniðgeving og í gerandisdegnum annars er støddfrøðin eitt amboð. Í støddfrøðini í skúlanum verður arbeitt við meginhugtøk, hættir og sambondini teirra millum.
  • Støddfrøði A byggir á undirvísingina í støddfrøði B.
  • Undirvísingin eggjar somuleiðis næminginum til at menna sínar royndir í fakinum og hugburð sín til støddfrøði, samstundis sum undirvísingin skal geva honum hollan, fakligan førleika, so at góðir lunnar verða lagdir undir lívlanga læring.

Undirvísingin í støddfrøði A á hugbreyt og náttúrubreyt er 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar).

Sølubúskapur A – búskaparbreyt

  • Lærugreinin sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategi, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu.
  • Lærugreinin sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategi, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu.
  • Næmingurin gerst tilvitaður um, hvørjar avbjóðingar og avgerðir eitt virki stendur fyri, tá tað skal vinna sær kundar á einum marknaði merktur av stórari kapping.
  • Lærugreinin mennir førleikarnar hjá næminginum til at lýsa, greina, greiða frá og meta um sølubúskaparlig viðurskifti. Undirvísingin í sølubúskapi tekur í stóran mun støði í veruligum fyritøkum og avbjóðingum, sum hesar standa fyri.

Undirvísingin í sølubúskapi A á búskaparbreytini er 125 klokkutímar (umleið 83 blokkar) og byggir á undirvísingina í sølubúskapi C og sølubúskapi B.

Tónleikur A

  • Á fólkaskúlastigi verður dentur lagdur á, at næmingurin mennir síni evni og førleikar at uppliva tónleik og at koma til orðanna við og um tónleik, serliga við føroyskum sangum og løgum.
  • Á miðnámsskúlastigi er tónleikur ein hugvísindalig lærugrein, har arbeitt verður við greining og tulking av menniskjaligum, listarligum úttrykki – á sama hátt sum t.d. list- og bókmentagreining. Tónleikur A sameinir eina ástøðiliga og eina vísindaliga tilgongd, eina listaliga og eina útinnandi tilgongd til tónleik sum ein alheimsligan framsagnarhátt.
  • Tónleikur A byggir á tónleik á B-stigi.
  • Í lærugreinini verður dentur lagdur á at viðgera tónleikin sjálvan, og í aðru syftu á at viðgera ytru viðurskiftini hjá tónleikinum, t.e. samfelagslig, sosial og mentanarlig viðurskifti, ið hava týdning fyri, hvussu vit fata tónleikin.

Undirvísingin í tónleiki A er á 125 klokkutímar (umleið 84 blokkar) um árið í tvey ár.

Týskt byrjanarmál A

  • Týskt byrjanarmál á A-stigi er bæði eitt málfak og eitt mentanarfak
  • Týskt er eitt av høvuðsalunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Týskland, Eysturríki og Sveis. Lærugreinin byggir á øll hesi trý øki. Natúrligt er tó, at Týskland sum tað størsta økið eigur størstu rúmd í undirvísingini. Harumframt tosa minnilutar týskt í Italia, Pólandi, Ungarn, Belgia, Luxemburg, Hollandi, Russlandi, Ísrael, Suðurafrika, Namibia og USA.
  • Næmingurin skal millum annað læra at lesa og skilja innihaldið í ymiskum sløgum av nýggjari og eldri tekstum, at umseta tekstir bæði til týskt og úr týskum, skrivliga at greina og greiða frá á einum rímiliga fjølbroyttum máli.
  • Næmingurin lærir at samskifta týðiliga á týskum bæði munnliga og skrivliga, lærir úttalu og setningsbygnað, at orða seg og greiða frá, at nýta fastar orðingar, at lurta og skilja týskt og at leggja fram eitt fyrirreikað evni á ein fakligan og kreativan hátt.

Undirvísingin í týskum A sum byrjanarmáli er 325 klokkutímar (umleið 217 blokkar) yvir 3 skúlaár

Virkisbúskapur A – búskaparbreyt

  • Virkisbúskapur er ein lærugrein, har viðurskifti, sum hava við tilfeingi í breiðari merking at gera, verða skipað og greinað. Búskaparlig ástøði eru nýtilig á øllum økjum, har menniskjaligar gerðir eru avgerandi fyri, hvussu tilfeingi verður ella kann verða gagnnýtt.
  • Í virkisbúskapi er endamálið, at næmingurin lærir at nýta virkisbúskaparligar fyrimyndir og arbeiðshættir og at skilja hugsanarháttin og ástøðini undir teimum.
  • Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi, innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum, at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja til rættis ætlanir fyri virkið.
  • Virkisbúskapur er eitt fak, ið hevur tætt tilknýti til vinnulívið, og eigur hetta at síggjast aftur í undirvísingini við dømum, virkisvitjanum, simuleringum o.tíl. Undirvísingin eigur at geva næminginum hollan førleika at nýta tíðarhóskandi kunningartøknilig amboð í arbeiðinum við virkisbúskaparligum uppgávum.

Virkisbúskapur á A-stigi á búskaparbreyt er framhald av virkisbúskapi á B-stigi, og undirvíst verður í 125 klokkutímar (uml. 84 blokkar).