Stavnhald
Stavnhald
Miðnám á Kambsdali skal bjóða eitt breitt úrval av skipaðum miðnámsskúlaútbúgvingum.
Miðnám á Kambsdali skal skapa vitanarvøkstur í økinum saman við fólki, felagsskapum, vinnu, kommunum og stovnum.
Á Miðnámi á Kambsdali ynskja vit at kveikja hugin hjá næminginum at læra mest møguligt.
Á Miðnám á Kambsdali vilja vit menna virknar og ábyrgdarfullar borgarar.
Hetta gera vit við at stimbra fakliga dygd, arbeiðsgleði, samstørv og nýhugsan.
Faklig dygd í støðugari menning
- Næmingalagað undirvísing
- Avýting eftir øðrum skúlum
- Støðug starvsfólkamenning
- Vitanardeiling
Arbeiðsgleði hjá starvsfólkum og næmingum
- Væl skipað ársætlan
- Viðurkennandi samskifti
- Góðir arbeiðsvanar
- Savnandi felagsskapur
Samstørv innanlands og uttanlands
- Føst skúlasamstørv kring allan heim
- Vælskipað samstørv við fólkaskúlar og hægri lærustovnar
- Skipað samstarv millum fólk, felagsskapir, vinnu, kommunur og stovnar í nærumhvørvinum
- Luttøku í viðkomandi skúlasamstørvum og altjóða netverkum
Nýhugsan
- Skapandi verkætlanir
- Royndarvirksemi
- Ganga undan og royna nýggjastu tøknina og vitanina
- Mistøk eru loyvd og eiga at síggjast sum menningarmøguleikar