Um skúlan

Á Miðnámi á Kambsdali ganga umleið 600 næmingar. Skúlin bjóðar sera fjølbroytt útbúgvingartilboð til bæði ung og tilkomin.

Vit bjóða út gymnasialu breytirnar, búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt, umframt yrkisnám FHS og serbreyt. FHS kann umframt at vera partur av eini yrkisútbúgving eisini gerast 1. árið á búskaparbreyt.

Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali eisini ment FSA (føroyskt sum annaðmál) og hevur í dag útbúgvingar tilboð á øllum stigum til útlendingar, ið vilja læra føroyskt og taka FSA prógv.

Fastur táttur av útbúgvingartilboðunum á Kambsdali er AÚ (akademiútbúgvingin), ið er ein hægri útbúgving til fólk, sum frammanundan eru í vinnu. Undirvíst verður um kvøldið.

Dygd og nýskapan eru millum aðalvirði skúlans, og vit stremba altíð eftir, at hesi eyðkenna útbúgvingar og undirvísing skúlans.