Miðnám á Kambsdali veitir næmingum vegleiðing og ráðgeving í mun til orðblindni.
Orðblindavegleiðararnir eru Birgitte Arent (BIA), bia@kambsdalur.fo og Turid Thomsen (TUT), tut@kambsdalur.fo.
Tíðirnar nær opið er vera dagførdar í løtuni.
Orðblindavegleiðingin hevur skrivstovu á 1. hædd yvir av stovu 2.08 og 2.09. Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg beinleiðis í samband við vegleiðingina. Lærarar kunnu eisini seta seg í samband við vegleiðingina vegna næmingar.
Við skúlaársbyrjan stendur øllum næmingum í boði at fáa eina snarkanning (skreening), har lesiferð og lesifatan verða kannað. Samrøður verða gjørdar við næmingar, har lesingin tykist vera trupul, og hesir næmingar fáa eisini í boði eina meira umfatandi kanning av møguligum orðblindni.
Allir næmingar kunnu fáa forritið CD-orð, sum er eitt hjálpiamboð til lesing og skriving. Orðblind kunnu eisini gerast limir í NOTA, sum er eitt teldutøkt bókasavn við ljóðbókum og e-bókum á donskum og øðrum málum.
Slóðir:
http://www.lesa.fo/
https://www.ordblindeforeningen.dk/
http://www.ljodbokur.fo/
https://ereolen.dk/
Orðblindalærararnir hava ikki nakra fasta tíð.
Tú kannst avtala eina tíð við orðblindalæraran á: