Norðuratlantiskur studentaflokkur
Miðnám á Kambsdali hevur síðan á sumri 2019 bjóðað næmingnum at søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkin, eisini kallaður NGK-flokkurin. Tey fyrstu seks árini var tað sum ein royndarverkætlan, har teir fýra miðnámskúlarnir, Miðnám á Kambsdali, Gribskov Gymnasium, GUX Sisimiut og Verzlunarskóli Íslands arbeiddu saman fyri at styrkja norðuratlantiska samstarvið og leggja dent á evni, ið hava serstakan áhuga í økinum. Síðan 2025 hava Føroyar, Grønland og Danmark styrkt samstarvi, meðan Ísland tók seg úr samstarvinum.
Norðuratlantiska samstarvið hevur fingið alsamt størri týdning, og ein náttúrlig avleiðing av hesum er, at skúlar í norðurlendskum høpi eisini menna nýggjar møguleikar. NGK-flokkurin styrkir hetta samstarv við at skapa serstøk bond millum ung og millum útbúgvingar í norðuratlantiska økinum og samstundis leggja dent á faklig evni, ið hava ein serstaka áhuga í norðuratlantiskum høpi.
Flokkurin er rættaður móti ungum við serstøkum áhuga fyri vitan, djúphugsni og førleikum innan norðurlendsk samfeløg, og sum brenna fyri at virka í einum serstøkum norðuratlantiskum umhvørvi. Flokkurin hevur sín egna náttúruvísindaliga profil við lærugreinunum lívfrøði, arktiskari tøkni, støddfrøði og evnafrøði.
Næmingarnir í norðuratlantiska studentaflokkinum ganga í flokki saman við næmingum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark (og møguliga øðrum) øll trý árini. NGK-flokkurin er ein savnaður flokkur, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum trimum londunum. Í Føroyum búgva næmingarnir heima ella hjá vertsfamiljum, meðan tey í Danmark búgva í lestraríbúðum og Grønlandi á einum skúlaheimi. NGK-flokkurin hevur ein kontaktlærara á hvørjum skúla, eins og tað er ein samskipari knýttur at flokkinum øll trý árini. Samskiparin virkar í tøttum samstarvi við hinar skúlarnar.
Útbúgvingartilboðið er slóðbrótandi og brýtur við hugsanina, at ein miðnámsútbúgving skal nemast í einum landi saman við næmingum frá sama landi. Skipanin av skúladegnum krevur nýhugsan og smidleika bæði fakliga, námsfrøðiliga og í praktisku fyriskipanini av einum skúlaskeiði.
Ymisku styrkirnar hjá skúlunum og landafrøðiliga staðsetingin eru við til at skapa eina serstaka miðnámsútbúgving á náttúruvísindaliga økinum. Námsfrøðiliga fer at verða arbeitt nýtslurættað, har fyritøkur, stovnar og umhvørvi kring skúlarnar verða tikin við í frálæruna.
Danskt verður undirvísingarmálið í flokkinum. Føroysku næmingarnir hava eisini føroyskt á A-stigi.
Kostnaðurin fyri eina lestraríbúð í Danmark kostar umleið 5.000 kr. um mánaðin + 600 kr. nýtslu. Leigan er vanlig frá august-juni. Tú skalt hava í huga, at tú eisini skal gjalda eitt undangjald fyri 3 mánaðar húsaleigu og depositum við skúlaársbyrjan. Í Danmark er eitt vaskarí knýtt at skúlanum. Í Føroyum búgva næmingar hjá familjum, har næmingurin skal gjalda uml. 4500 kr. í leigu. Næmingurin er partur av familjuni, og tískil er matur eisini við í prísinum. Føroysku næmingarnir búgva vanliga heima og gjalda tískil ikki nakra leigu, men hava møguleika at hava aðrar næmingar í NGK-flokkinum búgvandi, sum gjalda vanliga leigu til familjuna. Í Grønlandi búgva næmingarnir á einum skúlaheimi, har tey gjalda 850 kr. um mánaðin. Næmingarnir standa sjálvir fyri matgerð og innkeypinum. Ein felagskøkur er knýttur at hvørjari gongd í skúlaheiminum.
Næmingar, ið ynskja at søkja inn á Norðuratlantiska studentaflokkin, skulu senda próvtøl og eina grundgivna umsókn í seinasta lagi 15. mars. Umsóknin skal skrivast á donskum og vera persónlig. Tí er eingin føst uppskrift upp á eina góða umsókn, men tú kanst taka støði í tínum persónligu og fakligu eginleikum. Greið frá, hví tú søkir inn á norðuratlantiska studentaflokkin, og hvørjar tankar tú gert tær um at brúka útbúgvingina í framtíðini. Umsóknin skal vera umleið 1–2 síður, við 2.400 teknum á hvørjari síðu, íroknað millumrúm. Áðrenn tú sendir umsóknina, er gott at fáa onkran annan at lesa hana ígjøgnum.
Leinkja til heimasíðuna hjá NGK: www.nordatlantisk.dk
Freistin at søkja inn á NGK er 15. mars. Skriva til kambsdalur@kambsdalur.fo.


