Leiðreglur um vitlíki 

Talgilding er ein týðandi partur av veruleikanum í dag. Skúlin skal vera lestrarfyrireikandi og almennandi, og talgilding – eisini vitlíki – er ein fastur og neyðugur táttur í almennandi partinum. Skúli og undirvísing hava læring, djúphugsni og hugsavnan sum aðalmál. Undirvísing eigur at vera í vitlíki, við vitlíki og uttan vitlíki. 

Vitlíki (Artificial Intelligence, AI) er eitt nýtt talgilt amboð, ið eins og onnur amboð má nýtast við skili – og bert, tá tað stuðlar undir læringina. 

Hetta reisir tveir grundleggjandi spurningar, ið ein altíð eigur at seta sær sjálvum: 

  • Læri eg nakað av at nýta vitlíki? 
  • Havi eg loyvi at geva vitlíki hesar upplýsingar? 

Við støði í hesum spurningum hevur skúlin orðað hesar reglur fyri nýtslu av vitlíki: 

  1. Bert til læring – ikki til próvtøku
    Vitlíki skal nýtast við læring fyri eyga, til íblástur, vitanarleiting, fyrireiking og sum heild at styrkja fakliga førleikan.
    • Tað er ikki loyvt at nýta vitlíki til próvtøku. 
    • Tað er tí umráðandi, at tú sjálv/ur skrivar/roknar tínar uppgávur og tekur ábyrgd av tíni læring. Vitlíki má ongantíð nýtast til at sleppa undan at skriva eina uppgávu sjálv/ur. At kopiera tekst hjá øðrum inn í uppgávuna, ella at leggja seg tætt at øðrum teksti uttan at nýta júst somu orð, kemur undir plagiering. Tað er snýt. 
    • Um tú setur tekst, ið onnur hava skrivað, inn í uppgávuna, eigur hetta altíð at vera gjørt sum sitat við kelduávísing. Slík endurgeving er vanliga bara styttri brot. Hetta er eisini galdandi fyri vitlíki. 
  2. Ver kritisk/ur
    Tá vitlíki verður nýtt til íblástur ella vitanarleiting, er umráðandi at vera kritisk/ur og sjálv/ur at granska upplýsingar og keldur, ið víst verður til. Vitlíki kann koma við ov gomlum, litaðum (partískum/biased) ella beinleiðis skeivum upplýsingum. Tú hevur í øllum førum ábyrgd av tí tilfari og teimum keldum, tú brúkar. Umráðandi er tí at fáa upplýsingar váttaðar gjøgnum aðrar keldur, t.d. lærubøkur. Brúka egið vit og skil. Spyr læraran, um tú ert í iva. 
  3. Dátuvernd Tryggja tær, at tú bert brúkar vitlíki í samsvari við galdandi dátuverndarpolitikk (GDPR). Tað merkir millum annað
    • at tú mást ikki birta (prompta) við upplýsingum, sum kunnu eyðmerkja ella knýtast til ávísar persónar ella virki ella við nøkrum trúnaðarupplýsingum, tí vitlíkispallar goyma alt, ið verður sent teimum. Hetta er eisini galdandi, um vitlíki verður nýtt til rættlestur! 
    • at tú mást fylgja galdandi reglum um upphavsrættindi. Tað er ikki loyvt at kopiera tilfar, ið er vart av upphavsrætti (eitt nú lærubøkur), inn í títt birti (prompt). 

Hesar leiðreglur verða dagførdar eftir tørvi. 

Kambsdalur des. 2025