Nýggj KT-supportaraútbúgving í Føroyum 

Nýggja útbúgvingin er nú kunngjørd, og skúlagongdin verður á Miðnámi á Kambsdali.

Útbúgvingin tekur 2½ ár, og lærlingurin skiftir millum verkliga læru og skúlagongd, sum tilsamans er 23 vikur. Tað eru virkir ella stovnar, sum seta lærlingar í læru. 

KT-supportarin arbeiðir m.a. við teldutøkni, netverkum, servarum, brúkarastuðli, feilfinning og automatisering. 

Útbúgvingin gevur eisini møguleika at halda fram á víðari KT-útbúgvingum. 

Fyrsta skeiðið byrjar 2. november 2026.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/toekni-el-og-kt/kt-supportari

Útbúgvingarkunngerðin kann lesast á https://www.kunngerdaportalur.fo/Umbraco/surface/Document/GetDocument?id=6201