Lestrarvegleiðing

Á Miðnámi á Kambsdali eru fýra lestrarvegleiðarar, Maria Gregesen, Randi Hansen, Absalon Matras Sjúrðarson, og Terji á Lakjuni og á Klaksvíkar HF-skeiði er ein lestrarvegleiðari, Nikolina Olsen. Deirdre Hansen er lestrarvegleiðari hjá næmingum, ið taka føroyskt sum annaðmál.

Lestrarvegleiðingin er tænasta á skúlanum,  sum næmingar frítt kunnu gera brúk av.

Lestrarvegleiðingin tekur sær av kunningini um útbúgvingarnar á skúlanum, og kann vegleiða í viðurskiftum í samband við útbúgvingina, eitt nú um felags-, breyta- og vallærugreinar. Eisini kann lestrarvegleiðingin hjálpa næmingum at koma á mál við útbúgvingini.

Í mun til framhaldslestur eftir miðnám,  hevur lestrarvegleiðingin ymiskt tilfar at vísa á.

Hevur tú serligar avbjóðingar, sum skúlin skal taka serlig atlit til, kanst tú tosa við lestrarvegleiðingina um hesi viðurskifti. Eisini ber til at tosa við lestrarvegleiðingina um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.

Fyrispurningar til lestrarvegleiðingina kunnu sendast til lestrarvegleidingin@kambsdalur.fo

MARIA GREGERSEN

Lestrarvegleiðari og leiðari á vegleiðingareindini

B26a, B26b, B25a, B25b, B24a og NGK

mgr@kambsdalur.fo
+298 610806 / +298 272714

RANDI HANSEN

Lestrarvegleiðari

N26y, N26z, N25x, N25y, N25z, N24x og N24y

ABSALON MATRAS SJÚRÐARSON

Lestrarvegleiðari

N26x, B25y, B24y og B24d

TERJI Á LAKJUNI

Lestrarvegleiðari

H26a, B26d, H25a, B24b og H24a

+298 610809 / +298 530055

NIKOLINA OLSEN

Lestrarvegleiðari á Klaksvíkar HF-skeið

F26p og F25p

nio@kambsdalur.fo
+298 215769

Deirdre Hansen

Lestrarvegleiðari hjá FSA

+298 288743