Á Miðnámi á Kambsdali ganga áleið 500 næmingar, og umleið 75 lærarar og 15 onnur starvsfólk starvast á skúlanum. Útbúgvingar skúlans eru bæði eitt, tvey og trý ára útbúgvingar. Flestu næmingarnir ganga á trý ára gymnasialu útbúgvingunum.
Sum nýggjur næmingur á skúlanum fert tú helst skjótt at leggja til merkis, at mangt er øðrvísi enn í skúlanum, tú gekst í frammanundan. Men skjótt venur tú teg við nýggj krøv og annað arbeiðslag, og tá ein tíð er fráliðin, er skúlin ein so náttúrligur partur av lívi tínum, at tú valla kanst hugsa tær tað øðrvísi.
Skúlin arbeiðir áhaldandi við at skapa betri og nútímans lestrarumhvørvi, so næmingar trívast og hava bestu umstøður at hugsavna seg um lesnaðin.
Skúlin hevur egna kantinu, har til ber at keypa sær morgunmat, heitan døgurða, salat frá salatbar, umframt vanligar mat- og drekkivørur. Umstøðurnar kring kantinuna eru sera góðar, og er kantinan ein sera týdningarmikil partur trivnaðinum á skúlanum.
Lestrartíðin kann tykjast long tíð at hyggja fram ímóti. Men ivaleyst fert tú, sum flestu næmingarnir undan tær, at sanna, at skúlatíðin við nýggjum vinum og nýggjum avbjóðingum, rennur skjótt. Og ein summardag stendur tú við prógvi í hondini, sum sigur frá, at tú hevur tikið eina miðnámsútbúgving, sum gevur tær fjølbroyttar møguleikar.