Heystið 2026 verða hesar lærugreinar bodnar út
- Human Resource Management – netundirvísing umvegis Teams
- Ársfrásøgn- og roknskapargreining
- Strategiska leiðslan
- Endalig verkætlan
Tilmelding. Seinasta freist at melda seg til akademiútbúgvingina er 12. august 2026.
Um akademiútbúgving
Lestrartíð: 3 ár
ECTS: 60
Upptøka: Hvørja lestrarhálvu
Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.
Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.
Akademiútbúgvingin er skipað sambært løgtingslóg nr. 49 frá 2005 og fylgir donskum leisti og námsætlanum. Til tær kravdu lærugreinarnar og endaligu verkætlanina verður skrivað og próvdómt á donskum.
Til at verða upptikin krevst:
- viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT og lærutíð) ella
- viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
- gymnasiala miðnámsútbúgving ella
- aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
- 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir
Leiðslubreyt
Á leiðslubreytini fáa tey lesandi møguleika at arbeiða við sínum leiðsluførleikum. Har verður arbeitt við menning, málum og strategium, og tann lesandi kemur at kenna og hoyra um nøkur leiðsluamboð, sum kunnu stuðla undir eina góða leiðslu.
Útbúgvingin er til tín, sum hevur áhuga fyri hvussu arbeiðslagið er á einum virki, og hvussu ein kann ávirka arbeiðslagið til tað besta fyri virki og starvsfólk
Námsætlan (Studieordning) um breytina og einstøku lærugreinarnar sæst her.
Kravdar lærugreinar:
- Leiðsla í verki
- Fyriskipan og starvssálarfrøði
- Strategiska Leiðslan (heystið 2026)
Vællærugreinar (dømi).
- Handilsfatan leiðarans (várið 2027)
- Human Resource Management (heystið 2026)
- Leiðsla av talgildari menning
- Verkætlanarleiðsla
- Coaching og ósemjuhandfaring
- Broytingarleiðsla
Búskapar- og tilfeingisbreytin
Hendan breytin gevur tær innlit í búskap og roknskap.
Greining og útrokningar av búskaparligum tølum er ein fyritreyt fyri at virkir bera seg, og tí er henda breytin serliga væl egna til teirra sum arbeiða við roknskapi og til onnur sum arbeiða við tølum dagliga.
Námsætlan (Studieordning) um breytina og einstøku lærugreinarnar sæst her.
Kravdar lærugreinar:
Vællærugreinar.
- Altjóða búskapur
- Ársfrásøgn og roknskapargreining (heystið 2026)
- Hagfrøði
- Rokniark til búskaparstýring
Endalig verkætlan
Í endaligu verkætlanini skalt tú vísa, hvussu væl tú dugir at samla partar úr øllum lærugreinunum sum tú hevur tikið, í eina skrivligari uppgávu. Í uppgávuni skalt tú greina eina trupulleikastøðu (greiðsluevni), sum skal liggja so nær vanligari arbeiðs- ella yrkismannagongd sum møguligt.
Í endaligu verkætlanini fært tú møguleika til at hugsavna teg um eitt sjálvvalt evni. Møguliga hevur tú serligan áhuga fyri evninum ella tað kann vera viðkomandi – fyri títt arbeiði ella komandi yrkisleið.
Lestrarhálvan skiftir ímillum sjálvlestur og persónliga vegleiðing við atliti til, hvussu ein skrivar eina stóra skrivliga uppgávu, sum skal verjast til eina munnliga próvtøku.
- Orða og avmarka trupulleikastøðuna (greiðsluevni)
- Meta um og velja viðkomandi fakligt háttalag.
- Brúka valda háttalagið til at loysa eina trupulleikastøðu (eitt greiðsluevni), sum liggur so nær vanligari arbeiðs- ella yrkismannagongd sum møguligt.
- Í eini skrivligari uppgávu at viðgera trupulleikastøðu, ástøði og háttaval, trupulleikaloysn og niðurstøðu í skrivligum uppgávusniði.
- At leggja fram lidnu uppgávuna og verja hesa.
Bygnaður
Bygnaður
Búskapar og tilfeingisbreytin
- Tvær kravdar lærugreinar (20 ECTS)
- Tríggjar vallærugreinir (30 ECTS)
- Endaliga verkætlan (10 ECTS)
VINNUBÚSKAPUR – 10 ECTS
BÚSKAPARSTÝRING Í VERKI – 10 ECTS
VALLÆRUGREIN I – 10 ECTS
VALLÆRUGREIN II – 10 ECTS
VALLÆRUGREIN III – 10 ECTS
ENDALIG VERKÆTLAN – 10 ECTS
Leiðslubreytin
- Tríggjar kravdar lærugreinar (30 ECTS)
- Tvær vallærugreinir (20 ECTS)
- Endaliga verkætlan (10 ECTS)
LEIÐSLA Í VERKI – 10 ECTS
FYRISKIPAN OG STARVSSÁLARFRØÐI – 10 ECTS
STRATEGISKA LEIÐSLAN – 10 ECTS
VALLÆRUGREIN I – 10 ECTS
VALLÆRUGREIN II – 10 ECTS
ENDALIG VERKÆTLAN – 10 ECTS
Tá tær kravdu lærugreinarnar og vallærugreinarnar eru tiknar, kann endaliga verkætlanin skrivast.
Tilmelding fer fram tvær fer um árið, í august og januar.
Sjálv undirvísingin fer fram fram eitt kvøld um vikuna á Miðnámi á Kambsdali
Árshálvurnar enda í januar og juni við einari próvtøku
Kostnaður
Niðanfyri sæst ásetta gjaldið fyri lærugreinarnar, sum eru útbodnar í heyst (2026):
- Human Resource Management: 6800,00 kr.
- Ársfrásøgn- og roknskapargreining: 6800,00 kr.
- Strategiska leiðslan: 6800,00 kr.
- Endalig verkætlan: 7.900,00 kr.
Tilmelding






