Komandi miðnámsnæmingar

Fyrst vilja vit ynskja tær vælkomnan í Miðnám á Kambsdali ella Klaksvíkar HF-skeið. Vit gleða okkum at taka ímóti tær á skúlanum. Skúlagongdin byrjar mikudagin 12. august 2026. Um tú gerst sjúk/sjúkur og tískil ikki møtir fyrsta skúladag, verður tú biðin um at siga okkum frá.

Lestrarstuðul

Fyri at søkja talgilt krevst, at tú meldar teg til Vangan. Vegleiðing um, hvussu tú fært tær Vangan liggur á heimasíðuni hjá Studna studni.fo undir umsóknir. Til ber at senda umsókn um lestrarstuðul áðrenn skúlin byrjar.

Tilfarsgjald

Hvør næmingur rindar eitt tilfarsgjald fyri hvørt skúlaár. Tilfarsgjaldið er 525 kr. fyri skúlaárið 2026/27 og skal flytast á kontu 6460-112.580.1 áðrenn 1. august 2026. Viðmerk títt navn á flytingina.

Telda sum skúlaamboð

Teldan er eitt sjálvsagt og neyðugt amboð í skúlaarbeiðinum, bæði hjá lærarum og næmingum, uttan mun til hvør útbúgvingin er. Næmingarnir fáa nærri kunning um teldunýtslu o.a. við skúlaársbyrjan. Allir næmingar skúlans verða stovnaðir sum Office 365 brúkarar. Við Office 365 brúkaranum fylgja øll Office-forritini hjá Microsoft. Afturat hesum fáa næmingar eisini atgongd til serforrit, sum verða nýtt í summum lærugreinum. Hetta er alt íroknað tilfarsgjaldið.
Skúlin kann veita næmingum serlig forrit at hjálpa orðblindum.

Vallærugreinar

Hjá næmingum, sum eru upptiknir á búskaparbreyt I, hugbreyt, náttúrubreyt og FHS, er valið í upprunaliga umsóknini endaligt.

Næmingahandbók

Allir næmingar fáa eina næmingahandbók tann fyrsta skúladagin. Í næmingahandbókini er kunning um mangt og hvat, sum viðvíkur skúlanum og skúlagongdini.

Kunningarfundur

Kunningarfundur fyri næmingar á Miðnámi á Kambsdali verður í auluni á Kambsdali hósdagin 11. juni 2026 kl. 19.00.

Kunning fyri næmingar á Klaksvíkar HF-skeiði verður við skúlaársbyrjan.

Innleiðsluskeið

Skúlin skipar fyri einum innleiðsluskeiði við skúlaársbyrjan.

Vit ynskja tær góða eydnu við útbúgvingini og vóna, at tú fært eina góða og læruríka tíð í skúlanum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skrivstovu okkara.

Blíðar heilsanir
Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið

Vit hava 7 ymiskar breytir, soleiðis at tú kanst velja júst ta leið, sum tú heldur hóskar tær. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin, norðuratlantiski studentaflokkurin og serbreytin. Tú kanst lesa meiri um breytirnar á teiginum um ”útbúgvingar”.
Ymsar treytir eru fyri upptøku á ymsu breytunum.

Les um upptøku á breytunum her.

Skúlin bjóðar sjey ymiskar breytir innan bæði gymnasialt miðnám og yrkismiðnám. Á Kambsdali eru breytirnar FHS-yrkisnám, búskaparbreyt, náttúrubreyt, hugbreyt og fyrireikingarbreyt. Umsóknarfreistin er vanliga 15. mars í upptøkuárinum.

Umsóknarfreistin til norðuratlantiska studentaflokkin er 1. mars. Næmingar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi søkja um upptøku við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk. Les meir um útbúgvingina her.

Bussar koyra til og frá skúlanum. Sí meiri kunning inni á ssl.fo.
Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul.

Les meira her.

> Senda skúlanum 9. flokksprógv – kambsdalur@kambsdalur.fo

> Boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina

> Søkja um stuðul frá Studna – www.studni.fo

> Rinda tilfarsgjald

Tað er upp til hvønn einstakan lærara í ymsu lærugreinunum, hvørjar bøkur tit nýta, so hetta verður tú kunnaður um, tá tú ert byrjað/ur. Vanliga verða fysisku bøkurnar bílagdar frá bókhandli, og s-bøkur og kompendium verða keypt á skrivstovuni á skúlanum. Tað er umráðandi at keypa bøkur og annað beinanvegin, tú hevur fingið boðini frá læraranum um hetta.

Ert tú undir 18 ár, kanst tú søkja um bókastuðul, sum verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum. Tú kanst søkja um stuðulin frá studna.fo ígjøgnum Vangan, og um tú ert undir 18 ár, kunnu foreldur tíni søkja fyri teg. Hevur tú søkt um bókastuðul, er ikki neyðugt at søkja um lestrarstuðul, tá tú ert fylt/ur 18 ár, tí hetta hendir av sær sjálvum.

Ert tú 18 ár ella eldri, tá tú byrjar á miðnámi, so kanst tú søkja um lestrarstuðul, hetta verður eisini søkt frá studna.fo ígjøgnum Vangan. Upphæddin er tongd at ymsum viðurskiftum sum t.d. bústaði, um tú eigur børn, o.s.fr. Meir kunning um upphæddir og krøv um lestrarstuðul sæst á heimasíðuni studni.fo.

Øll lesandi, sum hava fyri neyðini at nýta Strandfaraskip Landsins (SSL), ferðast ókeypis aftur og fram í skúla. Tá tú søkti um upptøku á miðnám, kundi tú seta ein kross við, um tú ynskti tær eitt busskort. SSL sendir busskortini til skúlan, tú kanst avheinta tað á skrivstovuni fyrst í skúlaárinum. Um tú ikki hevur søkt um busskort, kann hetta gerast á heimasíðuni ssl.fo.

> Senda skúlanum 9. flokksprógv – kambsdalur@kambsdalur.fo

> Boða frá serstøkum viðurskiftum, sum kunnu ávirka skúlagongdina

> Rinda tilfarsgjald

Dalsvegur 1
Fo-530 Fuglafjørður

+298 610800
kambsdalur@kambsdalur.fo
Eannr. 5797100000096
Vtal: 617121

Um skúlan

Lógir og reglur

Fylg okkum