Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.

Fab Lab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova.

Fab Lab hevur røtur sínar í Center for Bits and Atoms  á MIT universitetinum í Massachusetts í USA. Tað var leiðarin har, Neil Gershenfeld, sum umframt at granska í evninum eisini skapti fakið “How to Make (Almost) Anything” á MIT, ið síðani leiddi til Fab Lab hugsjónina.

Fab Lab á Kambsdali er fyrsta góðkenda Fab Lab í Føroyum. Harvið eru Føroyar knýttar í eitt netverk, sum røkkur kring allar 24 tíðarsonurnar og út til fleiri enn 100 lond.

Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00 til 16.00 tó hósdag frá kl. 8.00 til 19.00.

Kvøldskúli er hósdag frá kl. 19.00 til 21.00

Leiðari á Fab Lab er Jóannes Djurhuus.

Vitja føroysku Fab Lab heimasíðuna á fablab.fo

Jóannes Djurhuus

Leiðari á Fab Lab

+298 915800

fablabkambsdalur@gmail.com

fablab@kambsdalur.fo

Tóra Berjastein

Starvsfólk á Fab Lab

Í farloyvi

fablabkambsdalur@gmail.com

fablab@kambsdalur.fo

Gunnvør H. Brimnes

Starvsfólk á Fab Lab

fablabkambsdalur@gmail.com

fablab@kambsdalur.fo