Serbreyt

Um serbreytina

Serbreytin er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Innihaldið á serbreyt er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi. Undirvíst verður í smáum bólkum. Útbúgvingin er ætlað at vara í 4 ár við heldur styttri skúladegi enn vanligt.

Endamálið er at menna førleikar næmingsins á trimum økjum: at hava ávirkan á egin lívskor, at skapa sær eitt innihaldsríkt lív og at skapa sær eitt virkisført lív. Hvat ítøkiliga verður arbeitt við, veldst um førleikarnar hjá tí einstaka næminginum. Alt eftir førleika næmingsins verður eisini arbeitt fram móti ávísum yrki.

Á serbreyt verða vunnu førleikarnir skjalprógvaðir eftftir OCN-skipanini. Filmur frá TV-Østjylland: “Få Papir På Evnerne”, ið stutt lýsir OCN-skipanina, kann síggjast her.

Undirvísingin er býtt í 4 høvuðstættir: 3 kjarnaøki, sum hvørt svara til umleið ¼ av útbúgvingartíðini, og eitt ískoytisøki, har ein kann velja at arbeiða víðari við einum ella fleiri av kjarnaøkjunum – ella at menna aðrar viðkomandi førleikar. Tilsamans skulu hesi øki menna næmingin til sjálvstøðuga lívsførslu.

Innihaldið er sambært Námsskipan fyri serbreyt.

Greinin “Serbreyt á miðnámi – mennandi møguleikar”, sum stóð í Miðnámsriti nr. 7, kann lesast her.

Lærugreinar