KT-lærlingar byrjaðir
Í rúma tíð hevur verið arbeitt við at fáa skúlapartin av KT-supportaraútbúgvingini settan á stovn í Føroyum, og í gjár brast fyri nev í hesi í Føroyum nýggju yrkisútbúgving.
Rektari, útbúgvingarleiðari, útbúgvingarsamskipari, lærarar og lestrarvegleiðari heilsaðu nýggju lærlingunum vælkomnum á stuttari samkomu í morgun kl. 9.00 í stovu 1.17, sum júst er umvæld til endamálið.

Útbúgvingin tekur 2½ ár. Skúlagongdin er 48 vikur, sum eru býttar á trý skúlaskeið og eitt sveinaroyndarskeið. Millum skúlaskeiðini er lærlingurin í verkligari læru á læruplássinum.

Verkliga læran á einum arbeiðsplássi er ein sera týdningarmikil partur av hesi útbúgving, og læruplássið er vanliga ein fyritøka ella stovnur við KT-deild ella ein KT-fyritøka. Tað er Yrkisdepilin, sum vegleiðir bæði lærlingar og arbeiðsgevarar um lærusáttmálar og góðkenning av læruplássum, og talan er bæði um privatar fyritøkur og almennar stovnar.
Í góðum samstarvi við hendan vinnugeira verður nú farið til verka at menna eitt gott skúlaumhvørvi innan KT-support á Miðnámi á Kambsdali. Tað fer at gera KT-supportútbúgvingina sjónlingari í Føroyum og fer at byggja eina enn størri yrkisliga vitan upp í okkara landi.

Merkið veittrar á Miðnámi á Kambsdali, nú enn ein týdningarmikil útbúgving kann takast fult og heilt í Føroyum.
Les nærri um útbúgvingina her: KT-supportari – Miðnám á Kambsdali


