Nýtt næmingaráð valt
Hin 1. september var næmingaráðsval á Miðnámi á Kambsdali.
Hesaferð var tað Levi Hanusarson frá N23x, sum stóð fyri at kunna um og samskipa ársins val, og afturat sær í valnevndini hevði hann serbreytina bæði til at avgreiða valið og uppteljingina.
Formaðurin í valnevndini, Levi Hanusarson, kunngjørdi sama dag valúrslitið, sum var, at:

331 næmingar greiddu atkvøðu í Auluni millum kl.10-12, 1.september 2026.
11 atkvøður vórðu ógildaðar.






Tey fimm, sum eftir atkvøðutali vóru vald í næmingaráðið fyri skúlaárið 2026-27, vóru:
- Rókur Troest Rasmussen
- Dagur Tórheðinsson
- Luna Klein Joesen
- Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal
- Liviu-Ionut Popa
Sum eykalimir vóru somuleiðis eftir atkvøðutali valdir, Raditya Subrata (Radit) og Brestir Gøte.
Vit takka valnevndini, Levi Hanusarson, formanni, og serbreytini fyri eitt framúr arbeiði við næmingaráðsvalinum í ár !
Næmingaráðið kom saman, hin 3. september at skipa seg, og varð úrslitið, at Rókur Troest Rasmussen, varð valdur til formann, Dagur Tórheðinsson til næstformann, Luna Klein Joensen, til skrivara og Naomi Pola Álvsdóttir Jøkladal til kassameistara. Liviu-Ionut Popa er nevndarlimur. Í Samstarvsnevndina vórðu vald, Rókur, Dagur og Luna.

Í Samstarvsnevndini sita tískil umframt hesi trý eisini Hanna Jensen, rektari, Magni Høgnesen, lærararáðsformaður og Hans F. Mikkelsen, læraraumboð.
Vit ynskja nývalda næmingaráðnum hjartaliga til lukku við valinum, og vit gleða okkum til samstarvið um, hvussu vit gera viðurskiftini enn betri her á okkara skúla.



