NGK: Filmur og Markleys útbúgving

Mikudagin var Markleys útbúgving við Tjarnir og ein av luttakandi flokkunum var okkara norðuratlantiski studentaflokkur. Flokkurin luttók í fleiri umførum í kunningini um serstaka skúlatilboðið, sum tey eru so heppin at vera partur av. Tey taka nevniliga trý ára útbúgvingina í trimum ymiskum londum. 1. árið á Gribskov Gymnasium, 2. árið á Kambsdali og 3. árið í Sisimiut í Grønlandi.

Magni Høgnesen, sum samskipar útbúgvingina, hevði framløgu um skúlatilboðið í sambandi við tiltakið “Markleys Útbúgving”, og sum part av framløguni hevði hann samrøðu við nakrar av næmingunum í flokkinum.

Høvi var eisini at fordjúpa seg í tí fakliga. Í løtuni hava næmingarnir um romantikk og romantismu, í donskum og nýttu upplagda høvið, saman við dansktlæraranum, Birnu Heinesen, at fara í Havnar Bio til nýggja føroyska filmin “No rest for the wicked”. Eftir filmssýningina varð práta við Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sjónleikara, um hennara luttøku í filminum.

Næmingarnir fingu eitt hugnaligt og áhugavert prát við Sofíu um mangt og hvat; evnini í filminum, at arbeiða við leiklutum, hvussu ein filmsframleiðsla fer fram og, hvussu tað er at starvast og liva av at vera sjónleikari á palli og hvíta løriftinum.