Lærarar til útbúgving í KT-support á Kambdali
Frá í heyst verður møguligt at taka skúlapartin av KT-supportaraútbúgvingini á Kambsdali. Ætlanin er at fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026.
Útbúgvingin er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássum. Endamálið er at útbúgva KT-supportarar, ið kunnu seta upp, røkja og menna kt-skipanir hjá virkjum og stovnum í Føroyum.
Í sambandi við hesa víðkan av skúlans virksemi, er eisini tørvur á at víðka starvsfólkahópin, treytað av endaligari góðkenning.
Talan kann vera um eitt ella fleiri størv, eisini parttíðarstørv og tímalærarastørv. Eftir førleikum og áhuga kann starvið eisini fevna um innanhýsis KT-uppgávur á skúlanum.
Størvini verða sett út frá eini heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum eginleikum.
Útbúgving og royndir
Til undirvísing í yrkislærugreinunum krevst ein viðkomandi KT-faklig útbúgving og/ella drúgvar arbeiðsroyndir frá KT-vinnuni, t.e. minst 5 ár.
Undirvíst verður millum annað innan KT-tøkni, netverk, ambætarar, vitlíki, KT-trygd, forritan, feilfinning og kundatænastu.
Undirvísingarroyndir og námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Um tú hevur røttu fakligu førleikarnar og áhugan fyri undirvísing, kunnu vit saman finna eina loysn viðvíkjandi námsfrøðiligari førleikamenning.
Persónligir førleikar
Í setanartilgongdini verður dentur lagdur á, at tú:
- dugir at skapa góð og mennandi sambond við næmingar og starvsfelagar
- dugir at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandisligan hátt
- dugir at leggja til rættis og leiða undirvísingina
- hevur ein jaligan hugburð til ungdóm, vitan og læru
- hevur vilja til at taka virknan lut í menningini av Miðnámi á Kambsdali
- hevur góðar málsligar førleikar, bæði munnliga og skrivliga
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett at byrja 1. november 2026 ella sum skjótast.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi fakfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 14. september 2026.
Umsóknin skal sendast til ums@kambsdalur.fo.
Nærri kunning
Spurningar um størvini kunnu setast til:
- Honnu Jensen, rektara, hje@kambsdalur.fo, tlf 211057
- Christian Joensen, samskipara, crj@kambsdalur.fo, tlf 256515


