Prógv í fronskum handað
Í ár vóru tað 6 næmingar á Miðnámi á Kambsdali, sum tóku fronsku máltestina DELF, sum er skipað eftir altjóða CEFR-stiganum um førleikar í fremmandamáli.
Í kaffisteðginum í dag vórðu prógvini handað í nýggju Miðhøllini á Miðnámi á Kambsdali. Á myndini síggjast frá vinstru: Hanna Jensen, lærari í fronskum og rektari, Luna Klein Joensen, 3. árs næmingur, Rita Beinrisdóttir Poulsen, júst liðug við miðnám, hugbreyt, Daniella Waag, 2. árs næmingur, Olivia Sabina á Torkilsheyggi, 2. árs næmingum, Barbara Hammer Joensen, 3. árs næmingur og Hallgerð Brim, fransklærari. Á myndini vantar Iris Sólarljóma Jacobsen, 3. árs næmingur.
Síðani á vári í 2016 eru hesar fronsku máltestir hildnar á skúlanum, og tað eru fransktlærarar skúlans, ið eru skúlaðar í DELF-skipanini gjøgnum France Education International, sum standa fyri og bjóða fransktnæmingum skúlans at útvega sær serligt altjóða prógv um sítt støði í fronskum máli.
Tú kanst lesa nærri um DELF her DELF junior/scolaire | France Éducation international
DELF-testir eru m.a. kravdar í sambandi við upptøku til hægri lestur í franskmæltum londum og økjum eins og til at skjalprógva málførleikar í sambandi við ymsar starvssetanir í fransktmæltum londum og økjum kring heimin.
Um áhugi og spurningar eru um DELF testirnar ella annað hesum viðvíkjandi, so ber til at seta seg í samband við Hallgerð Brim við at skriva til hab@kambsdalur.fo


