Stórhvalagildið á Kambsdali

Í dag vóru heili seks stórhvalagildi í skúlahøllini á Kambsdali. Høllin er í hesum døgum umskapað til ein havbotn við plantum, æti, djóralívi og øðrum, ið eyðkennir ringrásina í sjónum. Í fokus er ein stórhvalur og ein risastór laffikøka. Karmurin kring framførsluna er vísan um Stórhvalagildið, ið Oskar Hermannsen og Poul Arni Joensen gjørdu á sinni.

Í heyst er havið eitt evni, ið eyðkennir undirvísingina á skúlanum, og síðstu tvær vikurnar hevur serbreytin arbeitt við evninum út frá einum kreativum sjónarhorni.

Í samstarvi við aðrar breytir var í dag klárt til framførslurnar í hesi serstøku pallmynd. Laffikøkan, stórhvalur hugtóku saman við tara, korallum, hvalspýggjum, kalva, fiskatorvum og mongum øðrum. Ljós og ljóðkullissa skaptu serstaka huglagið, og ein tónleikabólkur og leiklistaflokkur framførdi sang og leik í hesi hugtakandi og heildarkendu pallmynd.

Í seks umførum hava flokkar, starvsfólk og onnur verið í 1000 ára føðingardegi í, sum Stórhvalagildið jú er, og tað einki at taka seg aftur í, at slíkar verkætlanir ríka um gerandisdagin á Kambsdali og seta fakligu læringina í eitt øðrvísi og ríkandi perspektiv.