Nýggj útbúgving í umbúna: Støðisár í føroyskum
English wersion below.
Peningur er játtaður til endamálið á fíggjarlógini, tó eru formligu viðurskiftirni við útbúgvingini ikki komin upp á plass enn. Miðnám á Kambsdali er tó farið undir at fyrireika hesa útbúgving. Skúlin ynskir, at útbúgvingin “Støðisár í føroyskum” er klár til skúlaársbyrjan í august mánaði í ár.
Útbúgvingin er ætlað ungum eftir 9. flokk, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál. Tey kunnu eftir lokna framhaldsdeild fáa eitt intensivt skeið í føroyskum, sum fyrireikar tey til at fara víðari á miðnámi ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverksútbúgving – ella beinleiðis í vinnuna. Miðað verður eftir at náa eitt støði í føroyskum, sum gevur næmingum førleika at fara undir víðari útbúgving ella klára seg málsliga á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Støðisárið endar við próvtøku, har miðað verður eftir at røkka B1 eftir CEFR-stiganum
Lærugreinar:
Undirvísingin er fullan skúladag allar vanligar skúladagar. Størsti denturin verður lagdur á at læra føroyskt, men aðrar lærugreinar verða eisini tiknar við, eitt nú mentanarfatan, at lesa danskt og grundleggjandi støddfrøði. Talan er um royndarvirksemi, so broytingar kunnu koma fyri.
Framtíðarmøguleikar:
Miðað verður eftir, at næmingar eftir lokið støðisár eru førir fyri at fara undir miðnámsútbúgving ella í yrkislæru. Um onkur næmingur ynskir tað, kann skúlin hjálpa næmingi at fáa eitt starvsvenjingarpláss í juni mánaði, tá próvtøkurnar á FSA eru lidnar. Hetta kann vónandi skapa sambond, ið kunnu føra til lærupláss.
Upptøkukrøv
- Fullført 9. flokk – helst eitt lokið 9. floks prógv – tó uttan krav um próvtøku í føroyskum og donskum.
- Næmingur, sum av málsligum grundum ikki hevur staðið 9. floks próvtøkuna, kann eisini verða tikin upp.
- Onnur útbúgving, ið svarar til 9. floks prógv.
- Nakað av kunnleika til í minsta lagi munnligt føroyskt frammanundan, t.d. svarandi til CEFR stig A1+
- Í sambandi við upptøku verður visitatiónsamrøða, ið metir um málsliga – og um neyðugt eisini fakliga – støðið hjá næminginum.
Søkt verður gjøgnum vanligu umsóknarskipanina til miðnám. Um okkurt ivamál er, ber til at venda sær til skúlan, tlf. 610 800 ella á teldupost Kambsdalur@kambsdalur.fo
Information about the education in English here.


