Norðuratlantiski studentaflokkurin, sum byrjaði í august 2021, fekk í gjár handað prógv í ítróttarhøllini í Sisimiut. Eftir handanina gingu studentarnir oman til springvatnið í býnum, áðrenn myndatøka var við tjørnina við vakra Nasaasaaqfjallinum í baksýninum.
Ein av studentunum var Bjarta Pauladóttir av Skála. Tveir aðrir studentar við føroyskum foreldrum hava eisini gingið í flokkinum. Tey eru Petina Sólheyg úr Paamiut og William Finnsson Sandholdt úr Valby.
Hetta er triði árgangur av norðuratlantiskum studentum. Studentarnir ganga fyrsta árið á Gribskov gymnasium í Helsinge, annað árið á Miðnámi á Kambsdali og Versló í Reykjavík og triðja árið á GUX í Sisimiut.
Enn er lestrarpláss tøk til komandi 1. flokk, sum byrjar í Helsinge í august....
Várkonsert Tónleikanæmingar á Kambsdali hava várkonsert í Gulu smiðju fríggjakvøldið 10/5 kl.19. Næmingar, sum hava tónleik á C, B og A-stigi framføra fjølbroyttan tónleik og Miðnámskórið syngur. Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin. @gulasmidja...
Nú próvtøkutíðarskeiðið nærkast, skipar lestrarvegleiðingin fyri skeiði um próvtøkuótta. Á skeiðnum tosa vit um hvussu til ber at fyrireika seg til skrivligar- og munnligar próvtøkur. Eisini tosa vit um ótta í mun til próvtøku, og hvussu til ber at arbeiða við at fáa tamarhald á hesum ótta. Um áhugi er fyri tí verður høvi at fara til ”royndar-próvtøku” á skeiðnum. Næmingar, sum hava serliga svárar trupuleikar við próvtøkuótta, hava møguleika at fáa ávísing til samrøðu við sálarfrøðingin, sum er knýttur at skúlanum....
Spírandi skaldagávur 📝 Vinnararnir á ársins skrivikapping er kosnir. Dómsnevndin las allar teir 19 innkomnu søgurnar uttan at vita, hvør hevði skrivað. Nógvir tekstir løgdu upp til sera góðar søgur, og tríggir tekstir vóru so heilstoyptir, at teir vóru mettir at hava uppiborið virðisløn. Sára Thomsen úr N22x vann fyrstu (fyri aðru ferð), Anna Katrin Mohr úr H23a aðru og Antonia Eyðunsdóttir Larsen úr H21b triðju virðisløn. Vit ynskja teimum trimum til lukku! Og dómsnevndin vil eisini takka øllum, sum tóku lut! Søgurnar og dómsgrundgevingar koma á heimasíðuna hjá skúlanum. (Antonia manglar á myndunum)....
HJÁLP TIL AT SØKJA? Lestrarvegleiðingin svarar telefonini fram til á miðnátt 14.-15.03.2024, so um tú hevur tørv á hjálp til at avgreiða umsóknina ella bara hevur onkrar spurningar, so er bara at ringja á tlf.: +298610800...
Eigur tú ein lítlan høvud í tær? Kom á skriviskeið 28. februar og 6. mars! Í ár verður skriviskeið við roynda Danial Viðoy. Eins og undanfarin ár skal teksturin vera ein stuttsøga, og freistin at lata inn er hósdagin 14. mars kl. 15.00. Vinnararnir verða kosnir fríggjadagin 19. apríl. Bara núverandi næmingar á Miðnámi á Kambsdali kunnu taka lut 😀Fyrsta virðisløn er 5.000 krónur, onnur virðisløn 3.000 krónur og triðja virðisløn 1.000 krónur 📝📜✍️ Les meira á okkara heimasíðu....
Hendan heimasíðan brúkar kennifílur. Heldur tú fram á síðuni, góðtekur tú samstundis okkara nýtslu av kennifílum.
Bert neyðugar
Hesar kennifílur eru neyðugar fyri, at tú kanst brúka heimasíðuna fult og heilt.
Tú kanst altíð taka títt samtykki aftur ella nokta okkum at nýta kennifílur. Um tú velir hetta, so vinarliga loyv okkum at goyma upplýsingarnar um tað, so tú ikki verður spurdur umaftur, næstu ferð tú vitjar okkara heimasíðu.
Vit gera ein lista við goymdum kennifílum á okkara skipan, so tú kanst eftirkanna, hvat vit hava goymt. Av trygdarorsøkum, kunnu vit ikki vísa ella broyta kennifílur frá øðrum netstøðum.
Aðrar uttanhýsis tænastur
Vit nýta eisini ávísar uttanhýsis tænastur so sum Google Webfonts, Google Maps og uttanhýsis videoveitara. Hesir kunnu møguliga savna persónsupplýsingar so sum tín IP bústað. Tú hevur møguleika at forða hesum. Gev gætur, at hetta kann ávirka upplivingina hjá tær av síðuni. Broytingarnar eru virknar, tá tú hevur startað síðuna av nýggjum.
Google Webfont stillingar:
Vimeo and Youtube videoinnskot:
Dátuverndarkunning
Tú kanst lesa meira um okkara kennifílur og privatstillingar á síðuni Dátuverndarkunning.