Akademiútbúgving

Um akademiútbúgving

Lestrartíð: 3 ár
ECTS: 60
Upptøka: Hvørja lestrarhálvu

Akademiútbúgvingin – stytt AÚ – er parttíðar útbúgving til tín, sum hevur starv og ynskir eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin gevur tær møguleika at førleikamenna teg í verandi ella komandi starvi.

Akademiútbúgvingin er sera liðilig, og tað ber til at taka stakar lærugreinar ella eina samlaða útbúgving, ið fevnir um fimm lærugreinar og eina endaliga verkætlan.

Akademiútbúgvingin er donsk útbúgving og fylgir donskum námsætlanum og mannagongdum. Til tær kravdu lærugreinarnar og endaligu verkætlanina verður skrivað og próvdómt á donskum.

Heystið 2024 verða hesar lærugreinar bodnar út á akademiútbúgvingini:

*Seinasta freist at melda seg til akademiútbúgvingina er mánadagin 12. august 2024

Coaching og ósemjuhandfaring

Vallærugrein til leiðslubreytina.

Lærugreinin er fyri tey:

  • sum vilja vita, hvussu grundreglur úr coaching kunnu brúkast í teirra leiðslustíli.
  • sum kundu hugsa sær at ósemjur vóru viðgjørdar sakligt, sømiliga og væl.
  • sum vilja verða fremst í bæði ósemjuloysnum og starvsfólkamenning.

Innihald í lærugreinini:

  • alt frá hvussu ávísar ósemjur kunnu loysast, og so tað fakliga ástøði, sum kann geva eina nýggja fatan av hvussu ósemjur kunnu handfarast.
  • hvat leiðslucoaching er, og hvussu tað kann verða brúkt í ósemjum.
  • hvønn leiklut samskifti og sálarfrøðin hava i ósemjuhandfaring
  • hvussu leiðslan kann verða við til at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvið, har ósemjur og avbjóðingar verða tiknar í álvara og handfarnar skjótt og væl

Lærugreinin telur 10 ECTS og endar við, at tann lesandi skrivar eina rapport/frásøgn yvir framdar venjingarsamrøður, og so verður ein munnlig próvtøka hildin.

Námsætlan til “Leiðslubreytina”: Námsætlan – leiðsla (á donskum)

Hagfrøði

Vallærugrein til búskapar- og tilfeingisbreytina

Hagfrøði/Statistikkur er eitt grundleggjandi amboð innan búskap og tilfeingisstýring. Men tað kann enda galið, um mann ikki hevur skil á tí grundleggjandi ástøðinum og ikki dugur at brúka ástøði soleiðis, at røtt hagfrøði kemur burturúr.

  • Lærugreinin hagfrøði gevur neyðugu vitanina til at kunna vera við í einum fakligum og tvørfakligum samarbeiði.
  • Lærugreinin gevur tí lesandi førleika til at brúka hagfrøðina í verki, so at avgerðir kunnu takast á einum góðum hagfrøðisligum grundarlagi.
  • Lærugreinin inniheldur millum annað nakað um tey statistisku feileyðkennini, tá dáta verður samlað og um hagfrøðisligar greiningarhættir, hvørjar avmarkingar teir hava og hvørjar fortreytirnar eru.

Innihald í lærugreinini:

  • Hagfrøðislig lýsingartøl og grundleggjandi líkindarokning
  • Stokastiskar variablar og líkindabýti
  • Konfidensintervall og hypotesutest
  • X2 (ki)test (mongdartabellir og goodness of fit)
  • Einsháttað variansgreining
  • Regressionsgreining
  • Stakroyndarúttøka

Lærugreinin telur 10 ECTS og endar við einari 4 tímar langari skrivligari próvtøku.

Lærugreinin (hagfrøði) kann takast sum stakprógv; hon kann eisini innganga sum ein vallærugrein í einum samlaðum akademiprógvi.

Til at verða upptikin á Akademiútbúgvingini krevst:

  1. viðkomandi yrkisútbúgving (t.d FHS, SIT og lærutíð) ella
  2. viðkomandi grundútbúgving fyri vaksin (t.d. tikin á VUC í DK) ella
  3. gymnasiala miðnámsútbúgving ella
  4. aðra viðkomandi útbúgving svarandi til støði nevnt í pkt. 1-3 og
  5. 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir

Námsætlan til “Búskapar og tilfeingisbreytina”: Námsætlan – búskapur og tilfeingi (á donskum)