Um búskaparbreytina
Á búskaparbreytini verður dentur lagdur á búskaparlig og samfelagslig evni innan eitt nú roknskap, marknaðarføring og búskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti.
Vit stremba eftir at gera undirvísingina á búskaparbreytini bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum.
Á búskaparbreytini fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á búskaparbreytini.
Les meir um gymnasialu útbúgvingarskipanina her.
Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá búskaparbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Við einum prógvi frá búskaparbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á búskaparligar og vinnurættaðar framhaldsútbúgvingar. Breytin er eisini góð barlast, um tú ætlar í læru á t.d. skrivstovu, í handli ella í banka.
Lærugreinar
1 BB
Føroyskt A Enskt B Støddfrøði C Samfelagsfrøði C Ítróttur og heilsa C Lestrarmenning |
Virkisbúskapur B Sølubúskapur B |
Kunningartøkni C Franskt B Spanskt B Týskt B – framhaldsmál Miðlakunnleiki C Tónleikur C Leiklist C |
2 BB
Føroyskt A Enskt B |
Virkisbúskapur B Sølubúskapur B Altjóða búskapur B |
Ítróttur B Tónleikur B Støddfrøði B Innovatión C Miðlakunnleiki B Danskt A Spanskt B Mentanarfatan C Sálarfrøði C v.m. v.m. |
3 BB
Føroyskt A |
Søga B Vinnulívsrættur C |
Altjóða búskapur A Sølubúskapur A Virkisbúskapur A Enskt A Tónleikur A Støddfrøði A Danskt A Spanskt A Mentanarfatan B Sálarfrøði B Innovatión B Fyriskipan C v.m. |