Um FHS
Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.
Vit stremba eftir at gera undirvísingina á FHS bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Á FHS fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.
Framtíðarmøguleikar
Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli. Lærutíðin er 3 ár.
Tú kanska eisini halda fram á búskaparbreytini 2. árið. Tá er eitt krav fyri upptøku støddfrøði C, og um tú ikki hevur ítrótt og heilsu C, skal hetta veljast á búskaparbreytini.
Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Skúlagongdin í lærutíðini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark. Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu, heilsølu ella dekoratør.
Lærugreinar
Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
FHS →
Føroyskt C Enskt C Kunningartøkni C Samfelagsfrøði C Lestrarmenning |
Virkisbúskapur C Sølubúskapur C |
Støddfrøði C –> er krav um ein ynskir at taka BBII Ítróttur og heilsa C Innovatión C Dekoratión C Týskt C Spanskt C Økislærugrein |
2 BB
Føroyskt A Enskt B |
Virkisbúskapur B Sølubúskapur B Altjóða búskapur B |
Ítróttur B Tónleikur B Støddfrøði B Innovatión C Miðlakunnleiki B Danskt A Spanskt B Mentanarfatan C Sálarfrøði C v.m. v.m. |
3 BB
Føroyskt A |
Søga B Vinnulívsrættur C |
Altjóða búskapur A Sølubúskapur A Virkisbúskapur A Enskt A Tónleikur A Støddfrøði A Danskt A Spanskt A Mentanarfatan B Sálarfrøði B Innovatión B Fyriskipan C v.m. |