Um fyrireikingarbreytina
Fyrireikingarbeytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni.
Vit stremba eftir at gera undirvísingina á fyrireikingarbreytini bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, men ætla sær víðari á eina styttri ella miðallanga hægri útbúgving.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig, á fyrireikingarbreytini.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn útbúgvingar, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær. Hetta kann t. d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinir á hægri stigi her.
Lærugreinar
1 FB
Føroyskt A Enskt B Støddfrøði C Samfelagsfrøði C Ítróttur og heilsa C Lestrarmenning |
Mál B ella Danskt A Náttúrulærugrein C Søga A |
Tónleik C Miðlakunnleiki C Leiklist C v.m. |
2 FB
Føroyskt A Enskt B |
Søga A Mál B ella Danskt A Religión C |
Samfelagsfrøði B Støddfrøði B Lívfrøði B Alisfrøði B Sálarfrøði C Evnafrøði B Mentanarfatan C Stjørnufrøði C v.m. |