Um hugbreytina
Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinir og náttúrulærugreinir.
Vit stremba eftir at gera undirvísingina á hugbreytini bæði fjølbroytta, viðkomandi og spennandi. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið er eisini partur av gerandisdegnum.
Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á hugbreytini.
Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá hugbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.
Lærugreinar
1 HB
Føroyskt A Enskt B Støddfrøði C Samfelagsfrøði C Ítróttur og heilsa C Lestrarmenning |
Mál B ella danskt A Mál A Lívfrøði C |
Tónleikur C Leiklist C Miðlakunnleiki C |
2 HB
Føroyskt A Enskt B |
Mál A Mál B ella Danskt A Søga A Landafrøði C |
Tónleikur B Miðlakunnleiki B Ítróttur B Samfelagsfrøði A Lívfrøði B alla A Støddfrøði B Sálarfrøði C Innovatión C Mentanarfatan C v.m. |
3 HB
Føroyskt A |
Søga A Religión C Mál A |
Enskt A Samfelagsfrøði A Landafrøði B Tónleikur A Støddfrøði A Mentanarfatan B Sálarfrøði B Ítróttur B Innovatión B v.m. |