Fyrireikingarbreytin er eisini í Klaksvík. Her er talan um Klaksvíkar HF skeið, sum hevur verið í Klaksvík í omanfyri 40 ár. Skúlin hevur síðani 2016 havt bústað saman við Tekniska Skúla í Klaksvík.
Fyrireikingarbeytin er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving, ið fevnir breitt um fleiri evni. Undirvísingin á fyrireikingarbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeið, er eisini partur av gerandisdegnum. Á fyrireikingarbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Útbúgvingin er serliga ætlað tilkomnum, sum hava havt ein steðg frá skúlanum, og ætla sær víðari á eina styttri ella miðallanga hægri útbúgving.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig, á fyrireikingarbreytini.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur atgongd at søkja inn á hægri lærustovnar. At útbúgvingin, ið tekur tvey ár, í fleiri lærugreinum endar við lægri stigi enn útbúgvingum, ið taka trý ár, kann hava ávísar avmarkingar við sær. Hetta kann t .d. hava við sær, at ein, ið hevur gingið á fyrireikingarbreytini, og sum ætlar sær inn á ávísar hægri framhaldsútbúgvingar, kanska noyðist at taka eina ella fleiri lærugreinir á hægri stigi her.
Lærugreinar
1 FB
Føroyskt A Enskt B Støddfrøði C Samfelagsfrøði C Ítróttur og heilsa C Lestrarmenning |
Søga A |
Náttúrulærugrein C Mál B ella Danskt A Tónleik C Miðlar C |
2 FB
Føroyskt A Enskt B |
Søga A Religión C |
Samfelagsfrøði B Støddfrøði B Mál B ella Danskt A Lívfrøði B Alisfrøði B Sálarfrøði C Evnafrøði B Stjørnufrøði C |