Tvey starvsfólk eru knýtt at KT-umsitingini á skúlanum. Eyðun Johansen umsitur og hevur ábyrgd av netsambandi, kervi og telduútgerð skúlans. Eyðun umsitur harumframt skrásetingar- og fráveruskipan skúlans.
Doris Djurhuus umsitur og vegleiðir í nýtslu av telduforritum, sum brúkt verða á skúlanum, eitt nú Office365 og UMS. KT-umsitingin veitir eisini vegleiðing og hjálp, tá eitt nú skrivligar verkætlanir eru, og tá næmingar hava tørv á serligum hjálpiforritum.
KT-umsitingin veitir ikki hjálp til privatar teldur, sum hava eitt nú virus ella hardware trupulleikar.