Lestrar og skilhaldsreglur

Lestrar- og skilhaldsreglur skúlans stuðla undir stavnhaldi skúlans at kveikja hugin at læra og at menna ábyrgdarfullar borgarar í einum góðum útbúgvingarumhvørvi við góðum trivnaði. Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja teimum.

Reglurnar eru gjørdar við heimild í Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2013 um lestrar- og skilhaldsreglur í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

 

1 Lestrarvirkni og luttøka

Tað er møtiskylda á Miðnámi á Kambsdali. Næmingarnir skulu møta rættstundis.

Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga at:
– At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
– At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
– At vera luttakandi í undirvísingini, herundir at fylgja galdandi telefon- og skíggjapolitikki
– At hava frálærutilfar við sær til undirvísingingina
– At lesa samskiftispallar skúlans dagliga: teldupost og tímatalvuskipan

Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

2 Uppmøting og innlatingar

Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Uppmøting til tímar og innlatingar verður skrásett. Tímarnir verða skrásettir í tímaeindum og innlatingar í næmingatíð samsvarandi ráðløgdu undirvísingini og innlatingarætlanini.

Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru frá fyriskipaðum royndum, kann honum verða noktað uppflyting í næsta flokk.
Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.

Manglandi uppmøting og manglandi innlatingar verða roknað sum frávera. Um frávera hjá næmingi er ov høg, verða agatiltøk framd samsvarandi §12.

Eftir skrivligari umsókn kann næmingur í serligum føri sleppa undan ella partvís sleppa undan skylduni at vera til staðar sambært § 4 stk. 2 í Kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur.

Sum aðalreglu eigur fráveran ongantíð at fara upp um 10% av higartil lisnum tímum samlað ella 15% av í einstøkum lærugreinum. Frávera fyri skrivlig avrik og uppmøting fylgja somu mannagongdum. Uppgjørt verður umleið eina ferð um mánaðin.

3) Næmingur, ið uttan lógliga grund ella fráboðan er burtur frá undirvísingini í longri tíð, t.d. 2 vikur, verður roknaður at vera givin við skúlagongdini.

3 Telefon- og skíggjar

Telefonir og líknandi skíggjaeindir skulu verða sløkt og varðveitt á tilætlaðum staði, meðan undirvísing er. Teldur og teldlar skulu einans vera frammi og brúkast við loyvi lærarans. Sí skúlans reglur um telefon- og skíggjanýtslu.

Agatiltøk í sambandi við skíggjanýtslu eru fyrst ein munnlig áminning í tímanum. Hjálpir hon ikki verður næmingurin burturvístur frá viðkomandi blokki. Brot á skúlans reglur um telefon- og skíggjanýtslu verða partur av agatiltøkunum sambært §12 í hesum skilhaldsreglum.

 

4 Snýt

Um lærari hevur illgruna um snýt í sambandi við skrivligar uppgávur, tosar hann við næmingin. Um lærarin metir, at talan er um uppgávu frá øðrum ella avskrift av netinum ella annað snýt, herundir endurnýtsla av egnum áður dømdum avriki so skal lærarin lata rektaranum málið.

Er eingin ivi, verður ávaring givin alt fyri eitt. Verður brotið endurtikið, kann næmingurin verða settur til eyka støðuroynd í lærugreinini ella fleiri lærugreinum. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast. Slíkar uppgávur, ið fyri ein meginpart eru avskriftir av avrikum hjá øðrum ella egnum áður dømdum avriki, verða dømdar til –3.

Snýt í sambandi við próvtøkur verður viðgjørt sambært próvtøkukunngerðini, sum lýst í faldaranum Vegleiðingar til próvtøkur og royndir.

 

5 Skilhald

Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan, ruddiligan og hugnaligan skúla. Hetta inniber m.a:
1) At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
2) At seta koppar, gløs og annað á køksvognar
3) At seta stólar upp undir borðið, har hetta er gjørligt
4) At fara væl um og virða bygning, innbúgv og útgerð sum heild

 

 6 Matur og drekka

Matur og drekka skal helst njótast í kantinuni og skúlahøllini. Tað er ikki loyvt at eta og drekka í serstovunum (lívfrøði, alisfrøði, evnafrøði, fablab, ítróttur, miðlar, leiklist, tónleikur)

 

7 Virðing

Øll hava skyldu at viðvirka til eitt gott læriumhvørvi við virðing fyri tí einstaka og fyri felagsskapinum.

Ikki er loyvt at avmynda, gera upptøkur ella gera snýtmyndir av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.

Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð. Hetta er eisini galdandi í talgildum miðlum.

 

8 Royking

Royking fer bert fram í roykiskýlinum.

 

9 Parkering

Parkering skal einans vera á parkeringsøkinum – á uppmerktum básum, har slíkir finnast.

 

10 Rúsdrekka og rúsevni

Ikki er loyvt at vera ávirkaður av rúsdrekka/rúsevni á skúlans øki ella til tiltøk, sum skúlin skipar fyri. Tað er heldur ikki loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við í skúla ella til tiltøk, ið skúlin skipar fyri.

12 Agatiltøk

Brot á reglurnar í sambandi við skilhald føra til:
1) Vanlig agatiltøk fylgja hesum 4 stigum:

1.1) At næmingurin fyrst fær eina rættleiðing/námsfrøðiliga ábreiðslu og boð um at bøta um støðuna.

1.2) At næmingur fær skrivliga ávaring við boðum um at bøta um støðuna.

1.3) At boð verða send til Studna. Hetta hevur við sær, at studningur steðgar og busskortið verður óvirkið.

1.4) Er framvegis ikki nøktandi bati, kann næmingur burturvísast.

2) Í sambandi við t.d. harðskap, herverk, grovt kúgandi ella særandi atferð kann næmingi vera noktað at luttaka í undirvísing í upp til 10 dagar í einum skúlaári. Fráveran verður skrásett sum vanlig frávera.

Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av hesi grein.

Miðnám á Kambsdali / Klaksvíkar HF-skeið

august 2024