Á Miðnámi á Kambsdali eru fýra lestrarvegleiðarar, Maria Gregesen, Randi Hansen, Absalon Matras Sjúrðarson og Terji á Lakjuni og á Klaksvíkar HF-skeiði er ein lestrarvegleiðari, Nikolina Olsen.
Lestrarvegleiðingin er tænasta á skúlanum, sum næmingar frítt kunnu gera brúk av.
Lestrarvegleiðingin tekur sær av kunningini um útbúgvingarnar á skúlanum, og kann vegleiða í viðurskiftum í samband við útbúgvingina, eitt nú um felags-, breyta- og vallærugreinar. Eisini kann lestrarvegleiðingin hjálpa næmingum at koma á mál við útbúgvingini.
Í mun til framhaldslestur eftir miðnám, hevur lestrarvegleiðingin ymiskt tilfar at vísa á.
Hevur tú serligar avbjóðingar, sum skúlin skal taka serlig atlit til, kanst tú tosa við lestrarvegleiðingina um hesi viðurskifti. Eisini ber til at tosa við lestrarvegleiðingina um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu.
Fyrispurningar til lestrarvegleiðingina kunnu sendast til vegleiding@kambsdalur.fo
MARIA GREGERSEN
Lestrarvegleiðari og leiðari á vegleiðingareindini
B24a, B23a, B23b, B22a, B22b og NGK
mgr@kambsdalur.fo
+298 610806 / +298 272714
RANDI HANSEN
Lestrarvegleiðari
N24x, N24y, N23x, N23y, N22x, N22y og N22z
ABSALON MATRAS SJÚRÐARSON
Lestrarvegleiðari
Y24a, B24d, B22y og B22d
TERJI Á LAKJUNI
Lestrarvegleiðari
B24b, H24a, H23a, H23b, H22a og H22b
+298 610809 / +298 530055